Atli Dam livdi fyri Føroyum

Atli Dam stríddist fyri frælsi og alt hansara politiska arbeiði hevði til endamáls at fremja einar sjálvstøðugar Føroyar, sigur landstýrismaðurin og fólkatingslimurin, Lars-Emil Johansen

Marjun Dalsgaard


Lars-Emil Johansen hevur, sum limur í grønlendska landsstýrinum, fólkatingslimur og fyrrverandi formaður fyri grønlendska javnaðarflokkin Siumut ofta hitt Atla Dam í politiska lívinum.
? Atli Dam var mest markanti føroyski politikarin eg enn havi hitt. Hann livdi fyri Føroyar ? hann var Føroya Stauning. Hann stríddist fyri frælsi og alt hansara politiska arbeiði hevði til endamáls at fremja einar sjálvstøðugar Føroyar, sigur landstýrismaðurin og fólkatingslimurin, Lars-Emil Johansen.
? Eg minnist fyrstu ferðina, eg hitti Atla. Tað var í 1971, eg var einans 24 ár og var júst valdur fyri fyrstu ferð ein mánaða frammanundan. Eg helt eina røðu í sambandið við 250 ára dagin fyri, at Hans Egede var komin til Grønlands. Eg varð øgiliga illa skeldaður aftaná, tí eg hevði sagt, at Hans Egede møguliga hevði gjørt nøkur ting, sum vóru í ordan politiskt, men hansara mentunarliga íløga uppá nógvar mátar var ein vanlukka fyri Grønland. Hans Egede tulkaði jú ta grønlendsku mentanina sum antikristna og royndi at beina hana burtur, tí hann skilti hana ikki. Hetta var tó ikki eitt sjónarmið, sum var frammi tá, og eg fekk nógvar ábreiðslur eftir røðuna - øll høvdu at mær, men Atli Dam stillaði seg við liðuna á mær og vardi meg. Meðan ein danskur politikari stóð og segði mær sína erligu meining, legði Margretha Drotning, sum tá var krúnprinsessa, uppí. Hon hevði hoyrt hann og vendi sær beinleiðis til hann og segði við hann: "Er det ikke dejligt, at den grønlandske ungdom er begyndt at formulere sig" hesin mátti so siga "Jo, jo deres Kongelige Højhed". So krúnprinsessan og Atli Dam vóru tey einastu, sum hildu við mær, sigur Lars-Emil við einum smíli og leggur aftrat:
? Atli helt eisini eina røðu tá, sum eg minnist væl. Hann tosaði um frælsi. Hann segði millum annað, at hetta var byrjanin hjá Grønlandi í stríðnum fyri frælsi, og hann brúkti hesa grundgeving, at hann heldur vildi vera svangur og frælsur enn mettur og ófrælsur. Atli Dam var høgt í metum hjá mær og tí valdi eg at koma til Føroyar til hansara jarðarferð, tá tað nú lá fyri, sigur Lars-Emil Johansen at enda.