Hvalba: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroysku skúlaflokkur fær bræv frá einum donskum ráðharra.
Tað var kortini júst tað, sum hendi fyri næmingarnar í 6. flokki í Hvalbiar skúla fyri fáum døgum síðani:
Brævið varð sent frá danska undirvísingarmálaráðharranum, Bertel Haarder, har hann takkaði flokkinum fyri bókina ?Fimti á ferð?, sum næmingar í hesum flokki sjálvir høvdu skrivað.
- Eg ynski tykkum øllum framhaldandi góðan lesi- og skrivihug. Hvør veit - kanska goymir ein nýggjur ævintýrskrivari seg tykkara millum, skrivaði Berthel Haarder í brævinum, sum er dagfest í Undirvísingarmálaráðnum 30. mai í ár.
Hevði lisið bókina
Eins og allir aðrir 6. flokkur fingu næmingarnir í hesum flokki í Hvalbiar skúla eisini útflýggjaða samlingina av ævintýrum eftir H.C. Andersen undir eini samkomu í Norðurlandahúsinum fyrr í ár.
Teir 16 næmingarnir í flokkinum vóru sera fegnir um hesa stórfingnu bókagávuna. Og teir avgjørdu stutt sagt, at takka danska undirvísingarmálaráðharranum fyri hesa gávuna, við at senda honum eina bók, sum tey sjálvi høvdu givið út.
Hetta var bókin ?Fimti á ferð?, har næmingarnir hugsa sær til, hvussu ein kundi skipa eitt nýtt samfelag, har bara teir búðu. Allir næmingarnir skrivaðu sín part, og stutt eftir varð so bókin givin út.
Og líkt var til, at danski ráðharrin var sera takksamur fyri bókina. Hann sendi flokkinum eitt takkarbræv aftur, har hann við egnari undirskrivt takkar fyri fantasibókina og hugnaliga brævið, sum fylgdi við bókini.
Goyma bókina
Í brævinum frá Bertel Haarder fegnast hann um, at næmingarnir í Hvalbiar skúla eisini hava lisið ævintýrini hjá H.C. Andersen.
- Tað er tí eisini eitt sera gott hugskot, at tit hava brúkt tykkara egnu sagnir og søgur í tykkara fantasi-bók.
- Tað er týdningarmikil at ein - við síðuna av lesnaði av verkum eftir kendum rithøvundum - eisini sjálvur heldur fast við frásøgugleðina, við at minnast mentanina og søguna í eins egna øki, skrivar Bertel Haarder.
Í undirvísingarmálaráðnum starvast ein føroyingur, og nú ætlar ráðharrin sjálvur at fáa hesa starvskvinnuna at siga sær frá søgnum og sagnum úr Føroyum.
- Tí fari eg at goyma tykkara bók og ansa væl eftir henni, sigur altso danski ráðharrin í brævinum.










