Brunakrøvini í Gamla Realskúlanum eru enn ikki uppfylt

Meinar Ortind

 

Nógv kjak hevur verið um, at Gamli Realskúlin er ein brandfella, og tí kann hann ikki brúkast til undirvísing. Loysnin er at fyrisitingin í Tórshavnar Kommunuskúla skal inn í bygningin og at smekka nakrar gipsplátir á partar av veggjunum. Tá Gamli Realskúlin verður liðugur eftir ætlan, lýkur hann enn ikki galdandi brunakrøvum.

Arbeiðsfólkið, ið arbeiðir við at umvæla gamla realskúlan, hava ongar tekningar at arbeiða eftir. Teir arbeiða í hvør sínum lagi, uttan sjónliga heildarætlan. Timburmenninir leggja gipsplátur á veggin, men tann niðasti 1,10 meturin verður einki koyrt uppá, tí har er ein útskering.

Hegin Mortensen vil so fegin hava, at alt tað gamla, skal vera í upprunastandi og síggjast.

Úrslitið er, at bygningurin nú er ein størri brandfella enn áður, tí nú halda fólk, at bygningurin er tryggur aftan á gjørdu umvæling.

Teir gomlu berandi miðveggirnir eru 12 cm breiðir, og samansettir av einum bjálka upp á átta cm og við tveimum cm tjúkkum brettum á hvørjari síðu. Hesin veggurin er ein av trimum berandi konstruktiónum saman við útveggjunum.

Ein tílíkur veggur, sum miðveggurin, ið er klæddur við einum lagi av gipsplátu, kann góðkennast til BD-60 vegg.

Í KBB-99, ið er galdandi kunngerð um brunaverju og brunatrygd, stendur greitt í § 7.2-5 “Bygningur, sum er meiri enn 1 hædd, og har ovasta gólvið er ikki hægri enn 12 m oman fyri lægsta jørðildi, skal hava berandi konstruktiónir og skilagólv til og við gólvið í ovastu hædd, í minsta lagi sum BS-húsalutur 60. “

Tað vera ikki gjørd frávik til § 7.2-5 í KBB-99

Munurin á BD og BS veggi er, at ein BS veggur skal ikki vera bygdur burtur úr nøkrum brennandi tilfari, meðan BD veggur kann vera bygdur úr brennandi tilfari.

Eg eri samdur við Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóra í Tórshavnar Kommunu, í, at um gamli realskúlin skal brúkast til undirvísing aftur, so má bygningurin rívast niður allur sum hann er, áðrenn hann kann brúkast til skúlastovur. (tikið úr grein á olivant, tann 20 juni 07 )

Gamli Realskúlin má eisini rívast niður og byggjast uppaftur fyri at vera nýttur sum fyrisitingarbygning, tí tað eru somu krøv galdandi til bygning ið skal nýtast til skrivstovu ella undirvísing, sí KBB-99.