Jøkulfelli sokkið

Mánakvøldið sendi skipið út neyðarkall. Brimil og Tyrlan komu skjótt á staðið, men enn eru seks av manningini ikki funnir

Jøkufelli var á veg úr Liepaja í Letlandi til Reyðafirðar við 2.000 tonsum av stáli, tá tað um átta tíðina á kvøldi sendi út neyðarkall. Skipið var tá statt um 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Tyrlan, Brimil, Tjaldrið, og Vædderen sigldu øll beint á positiónina, haðani neyðarkallið var sent, umframt at ein russiskur trolari eisini kom á staðið.
Kl. 22.20 kom tyrlan á staðið, men tað var greitt, at skipið stóð ikki at bjarga. Tað var um hetta mundi koppað á liðina.
Manningin á skipinum taldi 11 mans, og fimm teirra vórðu funnir nærhendis skipinum. Allir vóru teir í bjargingarbúna, og tað eydnaðist at fáa allar upp í tyrluna, sum síðani flutti teir umborð Vædderen.
Tað eydnaðist ikki at finna fleiri av manningini á lívi týsnáttina, men enn stendur leitingin við.
Av sjóbjargingarstøðini verður sagt, at Tjaldrið, Brimul og Vædderen framvegis eru við í leitingini, eins og russiski Viktor Mironov er tað. Hartil er Line Breezer, ið er ein norskur línubátur, eisini komin á staðið.
Eisini verður leitað við flogfari, sum íslendska sjóverjan hevur sent á staðið, og fyrrapartin týsdagin varð føroyska sjóverjutyrlan aftur send avstað. Tá vit um 11?tíðina høvdu orðið á Djóna Weihe á MRCC støðini, vóru tó framvegis eingi tekin sædd frá hinum seks av manningini.

Gingið skjótt
Djóni Weihe sigur annars, at tað eftir øllum at døma hevur gingið ógvuliga skjótt fyri seg, tá Jøkulfelli sakk.
- Enn hava vit ikki fingið staðfest, hvussu hetta gekk fyri seg. Men sum vit hava skilt, so hendi alt innan ógvuliga stutta tíð. Allar helst er skipið farið á liðini eftir heilt fáum minuttum, og tí hevur manningin stórt sæð ikki havt stundir at gera nakað sum helst, sigur Djóni Weihe.
- Neyðarkallið var ikki stórt meira enn eitt navn og ein positión, og tí sendu vit alt fyri eitt skip á staðið. Danska sjóverjutyrlan varð eisini send alt fyri eitt, so vit kundu staðfesta, hvat í veruleikanum var hent.
Annars sigur Djóni, at veðrið á ongan hátt er í parti við leitingini. Tá vit tosaðu við MRCC-støðina, var talan um einar 15 metrar um sekundi á staðnum, og hartil var sjógvurin ringur. Og væntandi fór veðrið at gerast munandi verri, sum dagurin leið.