Útisetar
Hóast Ingi Højsted og Arsenal í fjør komu ásamt um, at skaðaplágaði føroyski unglingin skuldi loysast úr sínum sáttmála, er føroyska manningin í Onglandi økt.
Fyrst var tað Johan Troest Davidsen úr NSÍ, sum fekk møguleikan. Millum feløgini, sum høvdu sýnt honum áhuga eftir væl eydnaðu føroysku NM-luttøkuna í Finnlandi, var enska Everton. Talan var av fyrstan tíð um venjingarupphald, men ungi NSÍ-leikarin spældi somikið væl, at ensku venjararnir vildu hava hann aftur.
Alt endaði so við, at Johan í heyst skrivaði undir sáttmála við enska felagið, og so er spurningurin, hvørt hann verður enn eitt av nøvnum úr góða fótbóltsskúlanum hjá Everton, har Wayne Rooney helst er størsta navnið, sum higartil er komið fram.
Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn enn ein føroyingur var í Onglandi. Somuleiðis var talan um leikara, sum hevði verið partur av føroysku NM-luttøkuni, og hesaferð var tað match-vinnarin frá minniliga sigrinum á Danmark. Christian Restorff Mouritsen hevði fingið talent-skótarnar hjá Manchester at ressast við, og eftir nakað av tinginum við HB, eydnaðist tað um ársskiftið at fáa nýggja leikaran til felagið.
Og tað er eisini møguleiki fyri, at teir báðir landsliðsfelagarnir fáa møguleika at heilsa upp á hvønn annan. Frástøðan millum Manchester og Liverpool er ikki stórt meira enn hálvan tíma í toki, so heilt einsamallir munnu teir ikki vera.
Málið er
Premier League
Hesi vóru orðini, sum bæði Johan og Christian nýttu, tá teir á tíðindafundum skuldu greiða frá, hvørjar ætlanir teir høvdu, nú teir fluttu til Onglands.
Kanska fer tað at eydnast hjá teimum, og kanska ikki. Men undir øllum umstøðum, so fær tað ikki verið annað enn mennandi, tá leikarar á ungum árum sleppa at taka við teir bestu útlendsku javnaldrarnar. Ikki bara eina ella tvær ferðir um árið, men hvønn dag. Og tá talan so samstundis er um venjarar, sum í allar flestu førum verða roknaðir sum stórir kapasitar á sínum øki, eigur hetta í longdini at hækka um støðið á føroyskum fótbólti.
Og fyrr ella seinni, so eydnast tað væl eisini at fáa ein føroyskan leikara í bestu ensku deildina.