Vakra Eivör bergtók

Sólin skein sum ongantíð fyrr, tá ið Eivör trein á pall á sandinum leygarkvøldið. Um tað var, tí at Eivör fylti ár henda dagin, er ikki gott at vita. Men vit nutu í øllum førum sólina og Eivör, meðan hon hevði eina av sínum bestu framførslum

UMMÆLI

 

Við sær úr Írlandi hevði Eivör stórt sæð somu tónleikarar, ið spæla á nýggju fløgu hennara ‘Mannabarn’. Hesir teljast millum bestu av sínum slag, og tað hoyrdist eisini aftur. Sangir sum Myrkurins náði, Dansins Harri og Mannabarn ljóðaðu ótrúliga væl, og at írsku gestirnir kendu sítt tilfar, var eingin ivi um.

 

Hóast trupulleikar vóru við ljóðinum í fyrstani, so gjørdist tað betri, og ein neyt framførsluna í góðveðrinum.

 

At Eivör telist millum okkara bestu sangarar varð staðfest so dyggiliga hetta kvøldið. Nýggju løgini eru eitt sindur popput, og á ein ella annan hátt ger hetta, at vakurleikin í hennar rødd kemur enn betri og klárari fram.

 

Sum hon er von, var hon í spennandi klæðum. Føðingardagsbarnið var í einum sera vøkrum kjóla við stórum, himmalbláum fjaðrum, og var ein sonn fragd at hyggja at.

 

Hon fortaldi okkum, at hon var rættiliga nervøs, men hetta forðaði henni tó ikki í at syngja sum ein dreymur.

 

Tú ert alt

Tað eru nakrir sangir, ið røra hjartað. Sum fara heilt inn um. Og tá er tað líkamikið, um tú ert til harðan rokk, hip-hop ella ball. ‘Tú ert alt’, sum Eivör sang hetta kvøldið, er ein av teimum.

 

Tá ið bæði kvinnur og menn standa við tárum í eygunum av einum sangi, sum tey ikki hava hoyrt fyrr, sigur tað meiri enn eitt sindur um, hvussu stórsligið hetta lagið er.

 

Og uttan at gera av, so var tað sum um øll steðgaðu á og vóru rúnarbundin. Sjálvt tey hálvfullu, sum allarhelst ikki varnaðust at framførslan var byrjað og meiri enn hálvliðin, steðgaðu á og lurtaðu. Eivör sjálv mátti turka tár eftir sangin. Millum stóru løturnar á hesum G!

 

Tvær lítlar Eivör

Til at hjálpa sær við lagnum ‘Elisabet og Elinborg’ fekk Eivör júst hesar báðar; Elisabet og Elinborg, ið eru systrar hennara.

 

Í hvítum kjóla og grønum hárbandi, komu hesar báðar smædnu og fittu genturnar á pallin og sungu við stórusystur sínari. Og ikki vóru tær einans fittar. Tær dugdu eisini væl at syngja, so kanska fáa vit fáa tvær nýggjar Eivör um nøkur ár. Vit kunnu bara vóna.