hesum við-vík-jandi, og á skránni er val av formanni og nevnd-arlimum, umframt at aðalfundurin skal taka støðu til nøkur upp-skot um lógarbroytingar fyri fótbóltsvirksemið her á landi. Nevndarlimirnir, [...] um, sum ungarin leikti, og ikki gekk long tíð, áð-renn avgerð varð tikin um, at hetta ikki var ein haldgóð loysn. Aðrar broytingar Nakrar aðrar broytingar eru eisini á skránni. Sum nevnt fyrr í blaðnum [...] at broyt-a reglurnar fyri, hvuss-u farast skal fram, tá tvey lið standa jøvn á stigatalvuni, soleiðis at greið-ar reglur eru á hes-um øki. Serliga er henda broytingin ætla yngru deildunum, har tað fleiri
greitt, at áðrenn nakað loyvi bleiv givið, skuldi undirgrundin fyrst á føroyskar hendur. Og tá hetta so bráddliga hendi í 1992 gekk tað so stig fyri stig. Seismiskar kanningar av øllum Føroyaøkinum, r [...] at ein olja- og gassvinna kann gerast tað nógv eftirspurda beinið, sum okkara búskapur kann standa á saman við fiski- og alivinnuni. Tað er eisini greitt, at ein slík nýggj vinna er ein stór avbjóðing [...] síðani, at møguleikar vóru fyri at finna olju og ikki minst júst har feløgini nú seta ljóskastaran á. Men hann helt slíka leiting liggja langt, langt frammi í tíðini, tí táverandi tøknifrøðin megnaði ikki
fara eftir Føroya Arbeiðarafelag, fyrr enn Landsstýrið hevur tikið í nakkan á sær sjálvum og fingið avgreitt egin viðurskifti á økinum. Fakta um lívstryggingina hjá Føroya Arbeiðarafelag Útgjald við deyða150 [...] Arbeiðarafelag. Lívstryggingin, Føroya Arbeiðarafelag nú hevur teknað fyri limirnar, gevur eitt útgjald upp á kr. 150.000,- við deyða. Talan er um kollektiva trygging, sum tekur við frá fyrsta degi, limurin er [...] in eldist, sigur Ingeborg Vinther. Eisini eru limir Føroya Arbeiðarafelags tryggjaðir móti tí, sum á donskum verður nevnt »kritisk sygdom.« Tað merkir, sigur Ingeborg Vinther, at verður limur álvarsliga
stutta tíð fara at heita á alt Føroya fólk um at greiða atkvøðu fyri tí sáttmálanum, sum gjørdur er um samstarv millum danska ríkið og føroyska ríkið. Hetta byggi eg ikki bert á, at soleiðis hevur gongdin [...] gongdin higartil altíð verið. Tá fríhandilin skuldi koma, vóru nógv mótmæli, men ikki gekk long tíð, so vóru teir fyrrverandi mótstøðumenninir ítastu fríhandilsmenn. Tá uppskot kom um flagg okkara, vóru mótmælini [...] sum landsstýrið hevur at føra fram, als ikki kann vísast aftur frá danskari síðu. Landsstýrið leggur á samráðingarborðið uppskot um eina skipan við Danmark sum líkist teirri, sum Ísland fekk í 1918. Hetta
minnini. Køkurin hjá Dánjal í Víkabyrgi var ofta og títt var ov trongur. Nógv fólk gekk inn, so sum vanligt var tá. Unglinganir á garðinum savnaðust javnan har, har vóru fyriuttan Hjørleif, - Napoleon, Hanne [...] eisini. Har var hjartarúm, heitt og hugnaligt. Prátið gekk lætt, søgurnar nógvar og látur var mangan. So kom eitt tíðarskeið, har ikki var nógv arbeiði á Tvøroyri. So var at leita sær norðuryvir. Tá var M [...] Hjørleif var føddur á Tvøroyri, sonur Dánjal Johan Poulsen úr Víkabyrgi og Marin Elisabeth Poulsen úr Øravík. Eftir hvat ein hevur hoyrt og eisini hvat ein sjálvur kann meta seg til, so vóru ikki peningaríkar
Skt. Gertrud í Keypmannahavn kom til ferniseringina, gekk runt og hugdi í hálvan annan tíma, og síðani bað Vígdis koma at hava eina framsýning á gallarínum hjá sær. Skt. Gertrud er eitt av teimum kendum [...] hjá mær higartil, sigur listakvinnan, sum serliga fæst við at gera klipp. Hon hevur havt 14 verk við á framsýningini, sum var liðug í gjár, og stjórin fyri Skt. Gertrud dámdi eftir øllum at døma so væl hesi [...] Klippir listarverk Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard hevur fingist við list í nógv ár. Hon hevur verið við á ólavsøkuframsýningini í eini 30 ár, hon hevur havt framsýningar í Smiðjuni og hon hevur áður stillað
skuldi setast á stovn um hesa tíðina. Orsøkin til tað var, at eitt rok, sum neyvan hevur havt sín líka áður ella síðani, hevði tikið seg upp um amerikanska ræðufilmurin, The Excorsist, sum gekk í biografinum [...] Ein dagin á várið 1976 stóð landsstýrismaðurin í lógarmálum fyri Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, tá hann kom aftur av floti. Landsstýrismaðurin vildi hava Eyðun at verða formann í Filmseftirlitinum, sum [...] filminum, og lesarabrøvini í bløðunum funnust harðliga at hesum filmi. Tí vildu myndugleikarnir seta á stovn eitt óheft Filmseftirlit, sum kundi taka støðu til, um filmar skuldu bannast í Føroyum. Eyðun
jarðfrøðingar og djórafrøðingar. 26. januar fór Amundsen á land á Two Hummrocks oynni, og hann er ivaleyst tann fyrsti, sum hevur staðið á skíð á Suður-pólinum. Hann kundi havt nýtt hetta sum eitt fyrs [...] dagurin tá tann fyrsta sleðuferðin var gjørd á fastlandinum á Suðurpólinum. Luttakararnir vóru millum annað Gerlache, Amundsen og Cook. Teir fóru á land á tí nýfunnu Brabrant Oynni við sleðu og við mati [...] var tá, sjálvur sum skipari á einum av teirra skipum. Hetta førdi við sær, at hann var lítið heima. Tá Roald varð borin í heim, búðu tey í Sarpsburg, sunnalaga á eystara armi á Oslofjørðinum. Men meðan hann
So tá má eg spandera. Ein glas av viskey dámar honum eisini væl. Og av og á gongur leiðin á Langabakka at loysa út ? Rúsuna á Drelnesi. -Tað er bara viski. Eg drekki bara viskey. Tað er tað besta, tí mann [...] má vera forandrað. -Undir krígnum vóru nógvir bátar á Eiðinum. Tað komu upp í 200 sentnarar upp á land um kvøldið. Tað hava verið um 30 bátar upp á tað mesta, 4-manna- og 5-mannafør. Hvat kundi tú við [...] køksborðinum, tá hann letur ta stóru arbeiðsmannahondina detta niður á borðplátuna. Í næstu løtu rýkur hondin upp undir kinn. Hann skriðar sær á undirarminum og klórar sær síðani í nakkanum. Orðini eru líka knøpp
kortini á hondini í so máta. Tvey stig eru upp til VÍF og Kyndil, sum eru jøvn á øðrum og triðja plássinum, men málmunurin hjá Neistanum er væl verri enn hjá hinum báðum, so skulu tær vinna seg upp á annað [...] kvinnuliðið hjá Stjørnuni verið ovast á stigatalvuni, og sannlíkindini fyri, at hetta broytist í ár, minka fyri hvørt umfar. Sunnudagin áttu Neistagenturnar tørn, og ikki gekk long tíð, áðrenn heimaliðið hevði [...] stødd Tær á hemaliðinum løgdu nevnliga fyri sum eitt óløgi. Fyrstu løtuna av dystinum runnu tær snøgt sagt mótstøðuliðið niður og norð, og áðrenn neistaliðið fekk fóta sær, vóru longu sjey mál á muni. Sum