Titri sál av frøi

Hvørja ferð mær er hyggjandi niður í okkurt av bløðunum, og eg síggi greinar sum Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard, Marius Dam, Heðin Mortensen, Hans Pauli Strøm og aðrir góðir menn hava skrivað um full

veldismálið, so frøist sál mín almikið.

Tað sum eg síggi, tá eg lesi hesar greinar, eru nakrir menn, sum um stutta tíð fara at heita á alt Føroya fólk um at greiða atkvøðu fyri tí sáttmálanum, sum gjørdur er um samstarv millum danska ríkið og føroyska ríkið.

Hetta byggi eg ikki bert á, at soleiðis hevur gongdin higartil altíð verið. Tá fríhandilin skuldi koma, vóru nógv mótmæli, men ikki gekk long tíð, so vóru teir fyrrverandi mótstøðumenninir ítastu fríhandilsmenn. Tá uppskot kom um flagg okkara, vóru mótmælini hørð og hvøss, men nú kappast allir føroyingar um at sleppa framat at halda flaggdagsrøður.

Nei, orsøkin til frøi mína er heilt ítøkilig.

Hon er tann, at samráðingarstøða landsstýrisins er knúsandi sterk. Hetta er ikki bert tí, at talan er um eitt meirilutastýri, sum hevur tryggan meiriluta í løgtinginum aftan fyri seg.

Men harafturat kemur, at tað sum landsstýrið hevur at føra fram, als ikki kann vísast aftur frá danskari síðu.

Landsstýrið leggur á samráðingarborðið uppskot um eina skipan við Danmark sum líkist teirri, sum Ísland fekk í 1918. Hetta ynskið hevði danska stjórnin kunnað víst aftur, um so var, at hon kundi prógvað, at støða okkara í mun til Danmark er øðrvísi enn tann støða Ísland hevði fyri 1918.

Men vansurin hjá dønum er, at tað kunnu teir ikki. Danska stjórnin kann púra einfalt ikki svara spurninginum, nær og hvussu Føroyar eru vorðnar ein partur av Danmark.

Tað er hetta, sum er orsøkin til, at vit hava rætt til ein sáttmála av sama slag sum tann, sum Ísland fekk í 1918. Tað er tí yvirhøvur einki at ivast í, at flokkarnir í danska fólkatinginum fara at taka undir við, at Føroyar fáa tað slag av samvinnu við Danmark, sum landsstýrið skjýtur upp.

Tá landsstýrið leggur henda sáttmála fyri tingið, fer tað at vera óðamannaverk hjá nøkrum politikara at ganga ímóti. Kann nakar t.d. ímynda sær, at Jóannes Eidesgaard fer at siga tað vera ringt, sum Nyrup sigur vera gott?

Politikararnir fara ikki at hava ringt við at fóta sær og sannføra fólkið um, at tað er av teirra ávum, at úrslitið gjørdist so gott. Tann mótstøða, teir hava sýnt, hevur bert verið upp á kvamsvís fyri at tryggja, at úrslitið fyri land og tjóð gjørdist so gott sum yvirhøvur møguligt.

Eg havi alla tíðina roknað við, at tað fer at vera ein munur millum Ísland og Føroyar í fullveldismálinum. Í Íslandi vóru tveir altingslimir, sum greiddu atkvøðu ímóti sáttmálanum. Teir gjørdu tað av tí at teir hildu, at tað var í so nógv samband í honum.

Ilt er at ímynda sær, at nakar løgtingsmaður fer at gera tað sama, og tí er at rokna við, at sáttmálin verður einmælt góðkendur í løgtinginum. Men longu nú havi eg tosað við onkran, sum á fólkaatkvøðuni fer at greiða atkvøðu ímóti sáttmálanum við júst somu grundgeving sum teir mótmælandi altingslimirnir høvdu. Hesi vera tó fá, og fyri at fólkaatkvøðan skal síggja demokratisk út, er neyðugt við nøkrum nei-atkvøðum, so tað ger einki.

Tað er tí øll orsøk til at frøast um gongdina.


Zakarias Wang (17.2.2000)