Klipp klipp

LIST. Framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hevði við sær, at Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard var biðin um at hava framsýning á kendum gallaríi í danska høvuðsstaðnum

Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard hevur í løtuni framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta er bara eitt av mongum tiltøkum, sum vanliga eru í húsinum.

Men fyri Vígdis fekk framsýningin eina óvæntaða vend, tá stjórin fyri gallarínum Skt. Gertrud í Keypmannahavn kom til ferniseringina, gekk runt og hugdi í hálvan annan tíma, og síðani bað Vígdis koma at hava eina framsýning á gallarínum hjá sær.

Skt. Gertrud er eitt av teimum kendum gallarínum í danska høvuðsstaðnum, og onkrir av teimum stóru føroysku listarmonnunum hava havt framsýningar har.

- Eg eri sera spent uppá hesa framsýningina, sum hetta verður helst størsta uppgávan hjá mær higartil, sigur listakvinnan, sum serliga fæst við at gera klipp.

Hon hevur havt 14 verk við á framsýningini, sum var liðug í gjár, og stjórin fyri Skt. Gertrud dámdi eftir øllum at døma so væl hesi verkini, at hann vildi lata høli til eina framsýning hjá Vígdis.

Framsýningin í Skt. Gertrud verður 1. september í ár.

- Eg bað um góða tíð til at fyrireika framsýningina, tí eg ætli mær at gera nøkur nýggj klipp til framsýningina, sigur Vígdis.


Klippir listarverk

Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard hevur fingist við list í nógv ár. Hon hevur verið við á ólavsøkuframsýningini í eini 30 ár, hon hevur havt framsýningar í Smiðjuni og hon hevur áður stillað út í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Vígdis hevur bæði málað olju- og akvarellmálningar, men seinastu mongu árini hevur hon serliga lagt seg eftir at klippa listarverk.

- Mær dámar væl at klippa, sjálvt um tað er nógv arbeiði av at gera eina mynd. Eg plagi fyrst at tekna eina skitsu av tí, sum eg skal klippa, og so arbeiði eg út frá tí, greiðir Vígdis frá.

Á framsýningini, sum júst hevur verið í Føroyahúsinum, hevur hon havt myndir úr Havn, Kunoy, Bø og øðrum støðum í landinum. Hon leggur seg eftir at fáa myndirnar at líkjast tí, sum sæst við berum eyga.

- Eina ferð, tá eg gjørdi eina mynd úr Vík, hevði eg gloymt litin á einum húsum, so eg mátti koyra norður aftur fyri at finna út av tí, sigur hon.


Tíðin fyri til at klippa

Tað er hugtakandi at síggja verkini hjá Vígdis, og føroyingum dámar ivaleyst eisini tey. Tá Vígdis her fyri gjørdi eina plakat av einum av myndunum hjá sær, var plakatin útseld eftir stuttari tíð. Plakatin var uppaftur prentað, og nú er seinna upplagið eisini við at vera útselt.

Vígdis hevur arbeitt sum sjúkrasystur, men hon er givin við tí, og nú brúkar hon stóran part av tíðini til tað, sum áður var eitt ítriv hjá henni.

- Mær hevur altíð dámt væl at fingist við ymiskt hondverk, og nú havi eg góðar stundir til at klippa hesar myndirnar, sigur hon.

Tað tekur millum 20 og 30 tímar at klippa eina vanliga mynd, og tá er tíðin, sum fer til fyrireiking og at gera skitsuna, ikki tald við.