Føroya Arbeiðarafelagtryggjar limirnar uttanlands

Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt avtalu við danskt tryggingarfelag um lísvtrygging fyri limirnar. Avtalan er nógv bíligari, og tænasturnar nógv betri, enn føroysk trygging kundi bjóða

Edvard Joensen


Føroya Arbeiðarafelag gjørdi í farnu viku avtalu við danska tryggingarfelagið, Alka, um lívstryggng til limir felagsins. Arbeitt verður eisini við eini eftirlønartrygging, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Lívstryggingin, Føroya Arbeiðarafelag nú hevur teknað fyri limirnar, gevur eitt útgjald upp á kr. 150.000,- við deyða. Talan er um kollektiva trygging, sum tekur við frá fyrsta degi, limurin er tryggjaður. Og útgjaldið er tað sama alla tíðina. Tað er ikki soleiðis, sum tað mangastaðni er, at útgjaldið minkar, sum tryggingartakarin eldist, sigur Ingeborg Vinther.

Eisini eru limir Føroya Arbeiðarafelags tryggjaðir móti tí, sum á donskum verður nevnt »kritisk sygdom.« Tað merkir, sigur Ingeborg Vinther, at verður limur álvarsliga sjúkur, eitt nú av krabbameini, hjartatilburði ella tílíkum, fær hann útgoldnar kr. 50.000,- beinanvegin.

Hesin parturin av avtaluni er galdandi í tríggjar mánaðar. Soleiðis at skilja, at um viðkomandi doyr orsakað av sjúkuni innan tríggja mánaðar, frá tí sjúkan er staðfest, verður útgjaldið við deyða kr. 100.000,-.

Verður sjúkratíðin hinvegin drúgvari enn tríggjar mánaðar, og viðkomandi kortini doyr, verður fult tryggingargjald, kr. 150.000,- útgoldið. Soleiðis at tryggingartakarin tá samanlagt fær útgoldnar kr. 200.000,-.

Tað sama er galdandi, um tryggingartakarin verður frískur aftur, men seinni doyr av øðrum orsøkum.

Avtalan millum Føroya Arbeiðarafelag og tryggingarfelagið Alka er galdandi fyri allar limir Føroya Arbeiðarafelags. Bæði teir virknu, og teir sum eru í arbeiðsloysisskipan og bert hava arbeiði av og á.

Avtalan verður nú send limum Føroya Arbeiðarafelags til kunning og viðmerkingar.

Tryggingarfelagið Alka tryggjar framman undan umleið eina millión danskar løntakarar, sigur Ingeborg Vinther.


Gomul ætlan

Arbeitt hevur leingi verið við at fáa eina lívstrygging til limirnar, sigur Ingeborg Vinther. Føroya Arbeiðarafelag hevur roynt at gera tryggingaravtalu í Føroyum. Men tað gekk ikki so væl, sum tey vónaðu, og tí varð roynt í Danmark.

Ingeborg Vinther sigur, at tað var skjótt greitt, at bæði í prísi og tænastu var danska felagið nógv betri kappingarført, enn tað føroyska, samráðst varð við frammanundan.

Bara umsitingin, sigur Ingeborg Vinther, er umleið ein triðing til ein fjórðing bíligari í Alka, enn hon er í Føroyum. Tað ger, at Føroya Arbeiðarafelag sparir fleiri hundraðtúsund krónur bara upp á tað kontiona.

»Og tað kann vera gott at hava til ein eftirlønargrunn seinni«, sigur Ingerborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Ingeborg Vinther greiðir frá, at danska tryggingarfelagið Alka eisini hevur átikið sær at marknaðarføra avtaluna millum limirnarí Føroya Arbeiðarafelag. Í løtuni eru tey við at gera ein faldara, sum tryggingin fer at senda runt til limirnar. Talan er sjálvandi um tilfar um føroysk arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

Tá Føroya Arbeiðarafelag fer at hava aðalfund í døgunum 24. og 25. mars, koma tvey fólk frá danska tryggingarfelagnum til Føroya at greiða aðalfundinum frá avtaluni. Somuleiðis fer at bera limunum til at fáa persónliga upplýsing um avtaluna frá hesum fólkunum, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.


Lógargrundarlagið

Í grundini er tað ikki heilt eftir lógini, at Føroya Arbeiðarafelag ger tryggingaravtalur uttanlands.

Bjørn á Heygum, advokatur, sum var formaður í Rættarnevnd Føroya Løgtings í seinasta valskeiði, sigur, at lógin um tryggingar í Føroyum heimilar ikki, at feløg gera eftirlønar- og lívstryggingar uttanlands.

Tá einkarrætturin til trygging varð tikin av í síni tíð, varð hinvegin sett í lógina, at bert føroysk feløg kundu tryggja í Føroyum.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað eru tey í felagnum fult greið yvir. Men tey eru eisini vitandi um, at Føroya Landsstýri dagliga brýtur hesa lóg, og tí meta tey ikki, at tey kunnu revsast fyri at gera tað sama, sum Landsstýrið ger.

Tað, Ingeborg Vinther sipar til, er at Landsstýrið regluliga rindar løn til fólk, hvørs fakfeløg hava danskar eftirlønartryggingar. Ingeborg Vinther vísir millum annað til fólk, sum arbeiða innan sjúkrahúsverkið.

Av Almanna- og Heilsumálastýrinum verður váttað, at soleiðis er. Haðani verða hvønn mánað ávístar lønir til fólk, sum gjalda til danskar tryggingarskipanir.

Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at tað í sær sjálvum gevur ikki Føroya Arbeiðarafelag rætt til at bróta galdandi, føroyska lóg.

Men hinvegin er hann púra sannførdur um, at Landsstýrið kann ikki fara eftir Føroya Arbeiðarafelag, fyrr enn Landsstýrið hevur tikið í nakkan á sær sjálvum og fingið avgreitt egin viðurskifti á økinum.



Fakta

um lívstryggingina hjá Føroya Arbeiðarafelag


Útgjald við deyða150.000 kr

Útgjald við brádliga sjúku50.000 kr

Útgjald við deyða 3 mán. eftir100.000 kr

Útgjald við deyða meir enn 3 mán eftir150.000 kr

Max útgjald200.000 kr


Skipanin fevnir um allar limir hjá Føroya Arbeiðarafelag - eisini teir arbeiðsleysu