Ein dagin á várið 1976 stóð landsstýrismaðurin í lógarmálum fyri Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, tá hann kom aftur av floti.
Landsstýrismaðurin vildi hava Eyðun at verða formann í Filmseftirlitinum, sum skuldi setast á stovn um hesa tíðina.
Orsøkin til tað var, at eitt rok, sum neyvan hevur havt sín líka áður ella síðani, hevði tikið seg upp um amerikanska ræðufilmurin, The Excorsist, sum gekk í biografinum í Havn. Fólk vóru stoytt av filminum, og lesarabrøvini í bløðunum funnust harðliga at hesum filmi.
Tí vildu myndugleikarnir seta á stovn eitt óheft Filmseftirlit, sum kundi taka støðu til, um filmar skuldu bannast í Føroyum.
Eyðun Joensen tók av tilboðnum, og tað fyrsta Filmseftirlitið gjørdi, tá tað fór at virka í juni mánaði í 1976, var at bannað The Excorsist.
Í síðsta mánaði vísti Sjónvarp Føroya hendan film, og tað var gjørt uttan nakað hóvasták - eingi mótmæli, eingin øði, einki lesarabræv.
SvF vísti hendan mánaðin eisini kontroversiella filmin Blikktrumman og Life of Brian, sum framvegis er bannaður av Filmseftirlitinum í Føroyum. Eisini uttan klagur og grenj frá misnøgdum hyggjarum.
Rætt at banna filmum
Eyðun Joensen var formaður fyri Filmseftirlitið frá tí, at tað varð stovnað og fram til 1996.
- Hugburðurin hjá føroyingum hevur broytt seg nógv seinnu árini. Fólk eru vorðin so von við at síggja líkt og ólíkt í fylgisveinasjónvarpi, at tey hava trupult við at reisa uggafjarðarnar, tá Sjónvarp Føroya sendir filmar, sum ikki eru verri enn tað, sum er at síggja aðrastaðni, heldur Eyðun Joensen.
Sálarfrøðingurin heldur, at tað er einki skeivt í at vísa filmar, sum áður vórðu mettir at verða ov harðligir, ógvusligir ella blasfemiskir, hóast lógin, sum Filmseftirlitið arbeiðir eftir, er tann sama í dag, sum hon var fyri 24 árum síðani.
- Andin í lógini skal verða í samsvar við hugburðin hjá fólkinum, og tað, sum vit mettu at verða ?moralskt anstødeligt? fyri 20 árum síðani, er ikki longur tað. Fólk hava broytt hugburð, og tey verða ikki líka stoytt av filmum nú, sum tey áður vóru.
Eyðun Joensen heldur, at filmslistin er farin frá at hava verið undirhald hjá tíggjunda hvørjum føroyingi í 60?unum til at verða undirhald fyri øll fólk í dag.
? Í dag er tað neyvan nakar, sum ikki hyggur eftir einum filmi av og á. Tað er eingin, sum forbjóðar hesum longur.
Ongar klagur longur
Filmseftirlitið í Føroyum heldur eygað við teimum filmunum, sum skulu vísast í brografinum, skulu seljast ella leigast út. Sjónvarp Føroya kemur ikki undir hetta eftirlit, og tí eru tað ábyrgdarfólkini í almenna sjónvarpinum, sum sjálvi gera av, um ein filmur skal vísast ella ikki.
? Vit halda, at metingarnar hjá rásum, sum vit sammeta okkum við í øðrum londum, eru góðar hjá okkum at halda okkum til. Vit eru á sama mentanarliga støði sum onnur Norðanlond, sigur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri.
? Sjónvarp Føroya skal ikki sigla uttan um kontroversiellar filmar, men við hvørt gera vit tó eitt strangari aldursmark, enn tey til dømis gera í Danmark.
Tað kemur sjáldan fyri, at føroyingar klagað í sjónvarpinum, tá umstríddir filmar skulu sendast.
? Frá tí at Sjónvarpið byrjaði og í nógv ár eftir tað, var tað púra vanligt, at fólk, sum vóru misnøgd við okkurt, sum SvF hevði sent, kærdu til Sjónvarpið ella sjónvarpsnevndina. Í dag er tað ikki meira, enn at vit upplivað fólk sum klaga, sigur Tróndur Djurhuus.
Hann sigur tó, at í sambandi við, at SvF fyri kortum vísti filmin Jesus úr Montreal var tað onkur, sum gjørdi vart við seg hjá SvF.
? Fólk hava eitt nógv størri úrval av rásum nú, enn tey høvdu fyrr, og eg haldi avgjørt, at SvF er í tí sobra endanum av teimum rásum, sum fólk hava møguleika at hyggja eftir, sigur SvF-stjórin.
Ov strangt eftirlit
Føroyska samfelagið er í støðugari broyting, og seinastu 15 árini er nógv hent á miðlaøkinum. Fylgisveinasjónvarp er púra vanligt, og internetið hevur havt við sær økt samskifti við útheimin.
? Føroyingar hava eisini broytt seg nógv hesi árini, og hugsa vit um filmar og undirhald í sjónvarpi, so tola føroyingar nógv meira av nú, enn teir gjørdu fyri 10-15 árum síðani, heldur Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur.
? Í dag eru fólk von við at síggja og uppliva ting í sjónvarpi og aðrastaðni, sum vóru óhugsandi fyri fáum árum síðani. Tí tola føroyingar eisini nógv meira av í dag, enn teir gjørdu áður. Slík mørk flyta seg skjótt, og tey flyta seg allatíðina.
Eyðun Andreassen er ein av teimum, sum heldur, at eftirlitið hjá Filmseftirlitinum var ov strangt í 70?unum og 80?unum.
? Tað er altíð ein spurningur um, hvør skal avgera, hvat fólk tola at síggja, men eg ivist í, um tað markið, sum Filmseftirlitið setti í 70?unum og 80?unum, var rætt. Eg haldi, at teir skuldu havt loyvt meira, sigur hann.
? Nú er nógv broytt, og tann broytingin er millum annað komin av, at føroyingar hava ferðast nógv í Danmark, og har hevur verið gjørligt at síggja harðskaps- og pornofilmar. Í dag kemur heimurin til okkum gjøgnum fylgisveinar og internet, og tí verður ongin longur stoyttur av ógvusligum filmum
Eyðun Andreassen heldur, at tað er meiningsleyst at banna filmar í Føroyum, sum fólk kunnu síggja á fylgisveinasjónvarpi.
? Blasfemiskir filmar kunnu framyvir helst elva til mótmæli, tí religiøsitetur er framvegis aktuellur í Føroyum, og hesi hava ofta mælskar talsmenn.
Life of Brian, sum varð mettur at verða gudsspottandi, tá hann kom út, er framvegis bannaður í Føroyum.
Men hann fæst til keyps í landinum ? uttan mótmæli...