Formansval og lógarbroytingar

Hesi eru millum málini sum árligi aðalfundurin hjá Fót-bóltssambandinum skal taka støðu til leygardagin

Komandi leygardag verð-ur regluligi ársaða-l-fund-urin hjá Fótbóltssambandi Før-oya hildin. Feløgini hav-a fyri kortum fingið tilsent fund-arskrá hesum við-vík-jandi, og á skránni er val av formanni og nevnd-arlimum, umframt at aðalfundurin skal taka støðu til nøkur upp-skot um lógarbroytingar fyri fótbóltsvirksemið her á landi.

Nevndarlimirnir, sum hes--u ferð standa fyri vali, eru Torleif Sigurðsson, for--maður, Dánjal And-re-a-sen, Jákup Simonsen og Karl Vidt-feldt.

Yvirlit yvir tær broyt-ing-ar, sum verða lagdar fyri aðalfundin varð í far-nu viku sent fót-bólts-fe-løgunum, og skulu vit í stuttum greiða frá ætlaður broytingunum.

Ætlaðu broytingarnar er-u ikki á nakran hátt ó-kendar av feløgunum, tí seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at um-boð fyri feløgini hava hit-st í november mánaði, har tosað verður um ymisk við-urskifti. Út frá hesum fundum, tekur nevndin í FSF so støðu til, hvørji viðurskiftið møguliga eiga at verða broytt. Sum skilst eru flestu feløgini sera fegin um henda møg-u-leika, tí tey á henda hátt kunnu »lufta« ymsum hugskotum áðrenn aðal-fundin.


Einsrættaðar reglur

Ein hin týdningarmesta broyt---ingin er, at freistin fyri at fáa nýggjar leikarar skrá-settar hjá einum felag, ætl-andi skal setast at vera 28. juli í kappingar-ár-inum.

Ætlandi skal henda reg-la verða galdandi fyri allar leik-arar, útlendingar sum før-oyingar, og verður av-leiðingin av hesum, at so-m-u reglur vera galdandi fyri all-ar leikarar.

Áður hevur tað jú verið soleiðis, at reglurnar fyri at fáa leikarar knýttar at feløg-unum hava verið ym-iskar, alt eftir um talan var um føroyskan ella út-lendskan leikara. Besta døm-i um hett-a var helst, tá KÍ seinasta kappingarár knýtti Jan Allan Müller at felagnum. Tað ferðina var hetta einasti møguleiki fe-lag-sins, við tað at evstamark fyri at fáa út--lendskan leik-ara til felagði varð farið aft-ur um bak, með-an tað fram-hald-andi var loyvt at knýta før-oyskan leik-ara, sum var bú--sitandi uttanlands, at fe-lag-num

Var tað ikki fyri hetta hol í fótbóltslógini, hevði KÍ helst verið í ringum skørum, orsakað av søluni, og tað kann ikki vera rætt, at felag skal verða revsað, tí teir megn-að at uppalt ein leik-ara, sum er nóg góður til at fara uttanlands at royna seg.

At evstamarkið er sett til 28. juli merkir eisini, at fe-løgini hava longri skotbrá, tá útlendskir leikarar skulu keypast, og tískil helst eisini hava møguleika at kanna málið nærri, áðrenn sáttmáli verður skrivaður við út--lend-skan leikara.

Í B36 er leið-slan helst ser-a fegin um hesa reglu, tí flestu fótbóltsáhugað mun-nu minnast, hvussu gekst sein-asta ár, tá teir í skundi máttu leita sær út um landoddarnar eftir málmanni. Van--ligi málmaður felagsins, Egin Høgnesen, var skadd-ur, uttan at nakar visti hvuss-u leingi hetta vardi, og tí-skil kundi tað verið, at fe-lag-ið fekk tørv á øðrum mál--verja. Evstamark fyri at flyta inn útlendska arbeiðs--megi var tá 1. mei, og í skund-i varð ein ungverskur málverji tikin heim, uttan at felagið hevði havt nóg góð-ar stundir at eftirkanna dygd-irnar hjá hesum

Hetta merktist eisini í teim-um lands-kapp-ing-ar-dyst-um, sum ungarin leikti, og ikki gekk long tíð, áð-renn avgerð varð tikin um, at hetta ikki var ein haldgóð loysn.


Aðrar broytingar

Nakrar aðrar broytingar eru eisini á skránni. Sum nevnt fyrr í blaðnum, er ætlanin framyvir, at dóm-ara-bólk-ur-in skal fáa sam-sýning sína áðrenn dyst-ar-byrjan, og ikki eftir dyst-in, sum tað hevur ver-ið gjørt higartil.

Eisini er ætlanin at broyt-a reglurnar fyri, hvuss-u farast skal fram, tá tvey lið standa jøvn á stigatalvuni, soleiðis at greið-ar reglur eru á hes-um øki. Serliga er henda broytingin ætla yngru deildunum, har tað fleiri ferð er komið fyri, at oddaliðini hava kappast um skotið flest mál móti veikaru liðunum. Nýtt við hesi skipan er, at nú eru tað innanhýsis dystirnir, sum hava størst vekt, og bert um tað stendur á jøvn-um hesum viðvík-jand-i, verður tað mál-mun-urin, sum verður nýttur. Ikki hava serliga nógv trætu-mál verið hesum við-víkjandi í vaksna-manna-deildini, men summi munnu kortini minn--ast ruðulleikan fyri einum 20 árum síðani, tá tað stóð á jøvnum millum LÍF og MB, tá vinnarin av aðru deild skuldi finnast.

Seinasta broyt-ing-ar--upp---skotið viðvíkur nýtslu av leikarum. Har hevur tað fyrr verið soleiðis, at allir leik-arar hava verið undirlagdir regluni um, at leikari bert kann leika ein dyst hvønn leikdag. Hetta er nú broytt, soleiðis at málverjar, sum leika í lægri vaks-na-manna-deild, nú kunnu verða eyka-mál-verjar sama leikdag. Tal--an er sostatt um eina lítla liberalisering, sum helst vil viðføra, at útskiftis--benk--ur--nir í fyrstu deild framyvir verða betri mann-aðir, hvat mál-ver-jum viðvíkur.


Hvørt felag kann í mesta lagi senda trý umboð á aðal--fundin, og hevur hvørt felag eina atkvøðu í part. Treyt-irnar fyri at-kvøðurætti eru, at felag skal hava fíggjar-viður-skift-ini við FSF í lagi, eins og felagið skal hava luttikið við minst einum lið-ið í undanfarna kapping-ar-árið.