fundir, og royndirnar hesir báðir kommunulæknar vunnu okkum, gjørdu, at allir kommunulæknanir í Havnar kommunu mettu, at rættast var at kommunulæknanir høvdu sína egnu skipan. Eina skipan, ið er sergjørd [...] viðvíkjandi talgyldu heilsuskipanini, sum vit øll gleða okkum til kemur at virka, sjúklingum og starvsfólki til fyrimunar. Men av tí at grundarlagið undir viðmerking tíni tíverri byggir á skeiva vitan, loyvi [...] loyvi eg mær hesa vegleiðing: 1. Tú skrivar beint fram: »Jenis nevnir, at trygdin er betri í eini skipan, har hvør kommunulækni hevur sín servara«. Hvaðani hevur tú hesa útsøgn, sum viðmerking tín byggir
stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum, nú veðrið er so gott, og streymurin er góður. Týsdagin var fínasta veður, og soleiðis er eisini í morgun. Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at veðrið [...] tað má sigast at vera góður fiskiskapur. Útróðrarbátar, sum í gjár vóru við góðum 20 línum, hava soleiðis fingið upp í eini 5.000-7.000 pund. Best dámar útróðrarmonnum, sum egna gággu, at gággan er fesk [...] uppiløgur hevur verið leingi, stendur línan egnd við frystum agni. Spennandi verður at síggja, hvussu dagurin í dag fer at roynast hjá bátunum.
summar spælarar. Tí kann roknast við, at onkrir, sum ikki fingu møguleikan í Intertoto sunnudagin, fara at fáa møguleikan í annaðkvøld, tá ið HB í Klaksvík fer at royna at halda tørn um góðu støðuna í oddinum [...] eydnast teimum at fáa fult í kvøld, fer stigatalvan at bera boð um, at tað framvegis skal roknast við KÍ. Tá ið liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár javnaði KÍ til 2-2 í síðsta minutti, eftir at HB leingi hevði
Fiskivinna - Vit síggja eina ábending um, at ungir menn, sum sigla við línubátum, fara í land og velja heldur at fara í læru. Orsøkin er, at tað gevur ikki tað sama at vera línumaður í dag, sum fyri bara tveimum [...] við snellu. Fara í læru Reiðarin vísir á, at ungir menn eru farnir í land og hava í staðin valt at fara í læru sum handverkarar av ymiskum slagi. - Eg trúgvi, at fleiri línuskip í ár koma niður ímóti teimum [...] tveimum árum síðan. Í dag skalt tú vera umborð at kalla hvønn túr, um tú skalt tjena 300.000 krónur í eitt ár. Ert tú fleiri túrar í landi gjøgnum árið, verður inntøkan munandi minni. Tað sigur Tórleif
hildin, og vit kunnu ikki siga annað enn, at nógv er broytt hesi árini, men týdningurin av at halda summarstevnur er eins stórur nú sum áður. Borgarstjórin vísir á, at hetta er vikuskiftið, tá ið flestu ít [...] Nielsen sigur, at býráðið saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum hevur gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt. - Vit vóna tískil, at undirtøkan verður góð, soleiðis at Eystanstevnan [...] m, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava stóran týdning fyri ítróttarfeløgini. Hann vísir á, at nógv er hent á flestu økjum seinastu árini, og stórur spenningur er um gongdina í ymisku ítróttargreinunum
lærir hann okkum, at uttan spurningar fær ein onki at vita, og ongin spurningur er ov tápuligur. Tann lítli prinsurin er skrivað sum ein barnabók, men er eins áhugaverd hjá vaksnum at lesa, tí hon gevur [...] gevur lesaranum nakað at hugsa um. Hvussu einfalt alt kann vera, um ein brýtur for-dómsmúrarnar niður og lærir seg at liva við virðing fyri øðrum skapningum her á jørð. Bókin er týdd til 103 mál ? eisini føroyskt [...] týðiliga aftur í tekstinum. Ein verður ongantíð ov gamal at lesa ævintýrið um tann lítla prinsin. Prinsin, sum bleiv til, tí Saint-Exupéry plagdi at sita og tekna lítlar dreingir og menn á pappírslepar, og
frá, at listfrøðingurin á savninum, Inger Smærup Sørensen, hevur sagt seg úr starvi frá 30. apríl at rokna. Inger Smærup Sørensen hevur verið sjúkrameldað í drúgva tíð, og hon verður heldur ikki at síggja [...] Jógvan Páll Lassen. Hann sigur tó, at tey ætla at gera hetta sum skjótast, og so verður helst skipað fyri einum tíðindafundi, har stýrið alment leggur fram, hvussu tað ætlar at skipa virksemi á tí nógv umstrídda [...] siga, at hon var royndarsett til 1. august í ár. Hon hevur sjálv sagt upp, og vit hava síðani samráðst okkum til eina avtalu, sigur Jógvan Páll Lassen. Formaðurin í stýrinum fyri listasavni sigur, at stýrið
góðveðrinum týskvøldið. Glottin var, at uppgerðin móti Skála var avgreidd í fínum líkindum og ikki í illveðrinum, sum leikaði í sunnudagin. Hvat tí fótbóltsliga viðvíkur vóru so at siga eingir glottar. - Hatta [...] ímóti B36. - Talan verður sjálvandi um heilt øðrvísi uppgerð, og B36 hevur víst, at teir eru á veg rætta vegin. Vit hava nógv at hugsa um, bæði í álopspartinum og í verjuni. Hetta var fyrsta ferðin, vit ikki [...] og mótstøðumenninir hava í øllum dystunum skorað ímóti okkum. Tað kostar, at mál fara ígjøgnum, tá ið vit sjálvir ikki megna at gera mál.
til uppgávu at ganga aftaná bjargingarmonnunum, toga í teir, og »órógva« teir í arbeiðnum Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina? ? Jú, eg haldi, at tað gekk hampiligt. Men eg føldi ikki, at nakar tók sær [...] Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt? ? Nei, vit fingu ongan respons frá brandmonnunum, sum vóru fyrstir á staðið. Teir søgdu bara við okkum, at »bíða nú, ambulansan [...] ambulansan fer at koma«. Men man merkti eisini væl, at tað bert var ein venjing. Onkur av bjargingarmonnunum flenti bara, tá vit togaðu í teir. Og vit høvsu nokk eisini verið meiri hysterisk, um tað var
snúð seg um, at kvinnudeildin í ár hevur verið meira spennandi, nú B36 í størri mun hevur verið við til at mynda deildina. Men hóast hetta, so helt Rannvá, at tær fyrst og fremst skulu royna at koma í gamla [...] Vónbrotið var sjónliga stórt, tá KÍ-kvinnurnar eftir dystin máttu staðfesta, at tær í ár mátta taka til takkar við silvurmerkjum. - Hetta var ræðuligt, men vit høvdu ikki uppiborið meira. Har hekk for [...] nógv for nógv sparkarí, helt Rannvá Andreasen, tá vit fingu orðið á hana eftir dystin. - Vit royndu at broyta upp á spælið í steðginum, men tað er framveigs ov tilvildarligt. Vit fáa kanska nakrar møguleikar