Vit leggja vanliga gerandisdagin til síðis á stevnuni

- Saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum hava vit gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, sigur borgarstjórin, sum bjóðar øllum vælkomnum á Eystanstevnu

Eystanstevna

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, bjóðar vegna býráðið øllum ? bæði nær og fjar, ungum og eldri - hjartaliga vælkomnum á Eystanstevnu, sum verður hetta vikuskiftið.
- Hetta er ein av teimum týðandi summarstevnunum, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava stóran týdning fyri ítróttarfeløgini.
Hann vísir á, at nógv er hent á flestu økjum seinastu árini, og stórur spenningur er um gongdina í ymisku ítróttargreinunum, sum kappast verður í, nú vit hava sett skjøtil á summarið.

Gaman og álvari
- Í ár eru 44 ár liðin, síðan fyrsta Eystanstevnan varð hildin, og vit kunnu ikki siga annað enn, at nógv er broytt hesi árini, men týdningurin av at halda summarstevnur er eins stórur nú sum áður.
Borgarstjórin vísir á, at hetta er vikuskiftið, tá ið flestu ítróttarfólk í Føroyum møtast til dystar í tjóðarítrótt okkara ? kappróðri - eins og í øðrum ítróttargreinum.
- Hetta er vikuskiftið, har vit leggja vanliga gerandisdagin til viks eitt bil og taka lut í ymisku og fjøltáttaðu tiltøkunum, sum eru til gaman og álvara hesar dagarnar.

Vælkomin!
Rodmundur Nielsen sigur, at býráðið saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum hevur gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt.
- Vit vóna tískil, at undirtøkan verður góð, soleiðis at Eystanstevnan 2005 verður væleydnað.
Vegna Runavíkar býráð bjóðar borgarstjórin øllum at vera hjartaliga vælkomnum á Eystanstevnu.