KÍ leggur trýst á seg sjálvt

Liðformaðurin ásannar, at avrikið var alt annað enn gott móti Skála, og at úrslitið ber við sær, at KÍ er undir trýstið, tá ið teir fara í Gundadal



Klaksvíkingar vóru í ringum skørum, tá ið teir fóru til hús í góðveðrinum týskvøldið. Glottin var, at uppgerðin móti Skála var avgreidd í fínum líkindum og ikki í illveðrinum, sum leikaði í sunnudagin. Hvat tí fótbóltsliga viðvíkur vóru so at siga eingir glottar.
- Hatta var vánaligt. Vit løgdu væl fyri, og tað hevði kanska tikið seg heilt øðrvísi upp, um vit høvdu fingið mál beinanvegin, heldur KÍ liðformaðurin, Atli Danielsen.
Hví mistu tit alt á gólvið?
- Eg haldi, at Skála var betri skipað. Teir vóru støðugt yvirmannaðir á miðvøllinum, og teir fluttu seg væl og arbeiddu betri fyri hvørjum øðrum, enn vit megnaðu. Tíverri vunnu vit ikki returbóltarnir, sum eru so týdningarmiklir at vinna, tá ið konseptið er, sum tað var hjá okkum. Tá ið tú sjáldan hevur bóltin, verður alt meiri torført, heldur Atli Danielsen.
KÍ hevur bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum síðstu royndunum á heimavølli, og tað leggur trýst á undan útidystinum í Gundadali ímóti B36.
- Talan verður sjálvandi um heilt øðrvísi uppgerð, og B36 hevur víst, at teir eru á veg rætta vegin. Vit hava nógv at hugsa um, bæði í álopspartinum og í verjuni. Hetta var fyrsta ferðin, vit ikki hava skorað, og mótstøðumenninir hava í øllum dystunum skorað ímóti okkum. Tað kostar, at mál fara ígjøgnum, tá ið vit sjálvir ikki megna at gera mál.