Fríggjadagin boðaði stýrið fyri Listasavn Føroya frá, at listfrøðingurin á savninum, Inger Smærup Sørensen, hevur sagt seg úr starvi frá 30. apríl at rokna. Inger Smærup Sørensen hevur verið sjúkrameldað í drúgva tíð, og hon verður heldur ikki at síggja aftur á savninum, áðrenn hon fer úr starvi sínum.
Var royndarsett
Sjálv vil Inger Smærup Sørensen ikki siga nakað um, hví hon hevur sagt seg úr starvi, og tað vil formaðurin í stýrinum fyri Listasavn Føroya, Jógvan Páll Lassen, heldur ikki.
- Inger Smærup Sørensen var sett í fyribils fimm ár, men hon var royndarsett tað fyrsta árið, og tað vil siga, at hon var royndarsett til 1. august í ár. Hon hevur sjálv sagt upp, og vit hava síðani samráðst okkum til eina avtalu, sigur Jógvan Páll Lassen.
Formaðurin í stýrinum fyri listasavni sigur, at stýrið umhugsar nú, hvussu man skal leggja virksemi hjá Listasavninum til rættis, og fleiri møguleikar verða havdir á lofti.
- Vit hava tó ikki funnið av nøkrum enn. Talan er jú eisini um eina heilt nýggja nevnd, ið nú situr fyri Listasavnið, og vit skulu líka fóta okkum, áðrenn vit koma við nakrari niðurstøðu, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur tó, at tey ætla at gera hetta sum skjótast, og so verður helst skipað fyri einum tíðindafundi, har stýrið alment leggur fram, hvussu tað ætlar at skipa virksemi á tí nógv umstrídda Listasavni Føroya.