Jenis av Rana
Í mánakvøldsbløðunum hevur tú viðmerking viðvíkjandi talgyldu heilsuskipanini, sum vit øll gleða okkum til kemur at virka, sjúklingum og starvsfólki til fyrimunar. Men av tí at grundarlagið undir viðmerking tíni tíverri byggir á skeiva vitan, loyvi eg mær hesa vegleiðing:
1. Tú skrivar beint fram: »Jenis nevnir, at trygdin er betri í eini skipan, har hvør kommunulækni hevur sín servara«.
Hvaðani hevur tú hesa útsøgn, sum viðmerking tín byggir á? Eg kennist ikki við hana, og havi heldur ikki hoyrt hana frá hinum kommunulæknunum í Havnar kommunu, sum eg samstarvi við. Tvørturímóti hava vit á mongum fundum okara millum, og á fundi við Býráðið, víst á, at vit ynskja ein felags servara fyri kommunulæknanar, ikki bert í Havnini, men vónandi fyri allar Føroyar.
2. Kveiktur av viðmerking fra landsstýrismanninum spyr tú: »Hvør bjóðar til fundar?«
Veruliga støðan er, at fundir longu hava verið. Fyri góðum ½ ári síðani, í novembur 05, bóðu kommunulæknanir í Havn um fund um talgyldu heilsuskipanina. Tveir fundir vóru millum býráðið, umboð fyri skipanina og kommunulæknanar í Havn. Síðani hava tveir av kommunulæknunum luttikið í pilotprojekti. Men hesir fundir, og royndirnar hesir báðir kommunulæknar vunnu okkum, gjørdu, at allir kommunulæknanir í Havnar kommunu mettu, at rættast var at kommunulæknanir høvdu sína egnu skipan. Eina skipan, ið er sergjørd til primera heilsuøkið, teir sjúklingar, ið har eru og tey starvsfólk, ið har virka.