Hevði til uppgávu at ganga aftaná bjargingarmonnunum, toga í teir, og »órógva« teir í arbeiðnum
Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina?
? Jú, eg haldi, at tað gekk hampiligt. Men eg føldi ikki, at nakar tók sær av mær, og hinum, sum vóru nøkulunda fyri eftir óhappið. Vit gingu bara og mólu. Brandmenninir settu okkum bara til síðis, og tað sama gjørdi portørarnir. Ikki fyrr enn politiið kom á staðið, var tað onkur sum tók sær av okkum. Og tá blivu vit eisini bara trýst inn í ein lítlan pick-up bil. Tað hevði virkað øgiliga ógvusligt upp á meg, um tað var hent ordiligt.
Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt?
? Nei, vit fingu ongan respons frá brandmonnunum, sum vóru fyrstir á staðið. Teir søgdu bara við okkum, at »bíða nú, ambulansan fer at koma«. Men man merkti eisini væl, at tað bert var ein venjing. Onkur av bjargingarmonnunum flenti bara, tá vit togaðu í teir. Og vit høvsu nokk eisini verið meiri hysterisk, um tað var ein verulig vanlukka.
Men ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð hvussu ein bjarging fer fram?
? Ja, tað eri eg. Tað virkaði sum teir vistu hvat teir gjørdu, og tað merktist væl, at hetta bara var ein venjing.