Útróðrarmenn rokast á útróðri

Bátar, sum vóru á útróðri í gjár, lógu millum 200 og 250 pund á línuna. Tíðliga í góðveðrinum í morgun loystu bátarnir aftur

Útróður

Tað er stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum, nú veðrið er so gott, og streymurin er góður.
Týsdagin var fínasta veður, og soleiðis er eisini í morgun.
Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at veðrið framvegis verður gott í morgin, men síðan fáa vit eitt lot upp í einar 10 metrar av útsynningi og vestri.
Hjá bátunum, sum royna eystanfyri og ikki eru ov smáir, kann tískil væntast, at tað framvegis verður roynandi, um hann frískar vindin nakað.

Nógvur fiskur
Men tað er ikki bara veðrið, sum hevur verið gott seinastu dagarnar. Tað hevur fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum eisini verið.
Bátar, sum vóru á útróðri týsdagin, høvdu sum heild nógvan fisk.
Sosialurin hevur frætt av Toftum, bygdum norðanfyri á Eysturoynni og úr Nólsoy, at fiskiskapurin hevur verið góður. Hjá teimum, sum hava roynt eystanfyri, hevur meginparturin av veiðini verið hýsa, meðan bátarnir norðanfyri hava fingið væl av tosk.

Góðar setur
Fleiri av bátunum lógu í gjár millum 200 og 250 pund á línuna, og tað má sigast at vera góður fiskiskapur.
Útróðrarbátar, sum í gjár vóru við góðum 20 línum, hava soleiðis fingið upp í eini 5.000-7.000 pund.
Best dámar útróðrarmonnum, sum egna gággu, at gággan er fesk og ikki hevur verið fryst, men nú uppiløgur hevur verið leingi, stendur línan egnd við frystum agni.
Spennandi verður at síggja, hvussu dagurin í dag fer at roynast hjá bátunum.