HB hevur nógv jørn í eldinum í hesum døgum. Teir eru við í Intertoto Cup, og tað ber við sær landskappingardystir mitt í síðstu viku og í annaðkvøld og fótbóltsferð til Baltikum í vikuskiftinum og heimadyst í Intertoto næsta vikuskifti.
HB hevur nógv fólk, og teir skifta eitt sindur ímillum summar spælarar. Tí kann roknast við, at onkrir, sum ikki fingu møguleikan í Intertoto sunnudagin, fara at fáa møguleikan í annaðkvøld, tá ið HB í Klaksvík fer at royna at halda tørn um góðu støðuna í oddinum.
Lagið minni gott
Í Klaksvík er fótbóltshýrurin ikki so góður, sum hann var fyrr í ár. Úrslitini síðani fyrst í mai tala fyri seg, og tað kann valla gerast minni sannførandi, enn tað var í Fuglafirði sunnudagin. Men KÍ er framvegis ikki so langt frá toppinum, og um tað eydnast teimum at fáa fult í kvøld, fer stigatalvan at bera boð um, at tað framvegis skal roknast við KÍ.
Tá ið liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár javnaði KÍ til 2-2 í síðsta minutti, eftir at HB leingi hevði verið omaná, og KÍ síðstu løtuna hevði trýst nógv.
Sum tað varð nevnt undan vikuskiftinum, so er Iulian Florescu ikki longur partur av KÍ liðnum. Mánakvøldið vandi hann í Fuglafirði. Einasta ivamálið í Klaksvík er Sinisa Jovevic. Mánakvøldið hildu KÍ spælararnir frí. Tá vandi serbin fyri seg sjálvan.