børnum í nýggjari tíð, eru tað hesi, ið lesa minst, og tað er einfalt eitt úrslit av, at so lítið kemur út til teirra. Góðar ætlanir Í Danmark eru tey komin eitt sindur longri enn vit. Í farnu viku legði [...] samdur. - Vit eiga ikki at gloyma, at tað eru børn, sum ikki eru so priviligerað. Børn, sum vanliga ikki gera nýtslu av tilboðum í musikkskúlum, ítróttarfeløgum ella øðrum. Hesi hava eisini tørv á einum tilboði [...] fram í áttatiárunum, tá ið tað ræður um barnabókaútgávu, tí ongantíð eru so nógvar barnabøkur komnar út. Størru børnini og tey ungu eru tó framvegis við skerdan lut, og her mugu munagóð stig takast, skulu
landinum innan 48 tímar, segði Sullivan. – Vit síggja alsamt tekin um, at russar tilbúgva seg, koma við nýggjum herdeildum til ukrainska markið. – Vit eru komin har til, at ein innrás kann vera nær sum helst [...] Tí verður heitt á allar norðmenn, sum eru í Russlandi, til at halda segð 250 kilometrar frá ukrainska markinum. * Holland: Hollendski sendiharrin í Ukraina heitti seinnapartin í gjár á borgarar um skjótast [...] Fleiri lond, teirra millum Danmark, heita á borgarar sínar um at fara úr Ukraina. Sambært USA er stórur vandi fyri, at Russland fer at gera innrás í landið »nær tað skal vera«. Russlandi hevur savnað fleiri
prísin týðiliga niður til landsdystir. Eitt nú kostaði tað bara kr. 100,- at hyggja at dystinum ímóti Italia, vísir hann á. Hann fegnast tó um, at feløgini eru sinnaði at bjóða pensjónistum avsláttur. - Hugsanin [...] og hyggja at Jákupi Mikkelsen og hinum. Tað loysir seg kanska betur at fara á eitt risa stadion í Onglandi at hyggja at eitt nú Manchester United, har bíligasta atgongumerkið kostar 250 krónur, men ert tú [...] prís – nevniliga fyri 125 krónur. Í Noregi eru tey ikki júst so góð við pensjónistarnar og geva tey bara pensjónistunum umleið 20% í avsláttri, men í Føroyum eru tey eftir øllum at døma líkasæl og geva ongan
selji eg í Føroyum, sigur hann. – Fólk vilja hava eitt raspað hýsuflak og ikki eina heila hýsu. Vit eru ikki komin so langt víðari enn tað. Sum Ragnar leggur merki til, so halda tey flestu, at fiskur er nakað [...] samanskrúvað. Føroyingar vilja heldur hava Mr. Lee nudlur við heitum vatni ella ein oksa úr New Zealandi. Vit tíma ikki at geva okkum tíð at flaka ein fisk og gera frikadellur. Tað er jú eisini skjótari at fara [...] um tað ber til at fara út. Og tað er serliga krevjandi fyri einstaka útróðrarmannin, vísir Ragnar á, tí tað er kostnaðarmikið at rógva út. Hann vónar, at føroyingar fara at broyta hugburð til hetta, soleiðis
mánamorgunin var hon farin tíðliga frá húsum og oman í handilin. Á innkeypslista hennara var døgurðin í dag, vikubløðini sum júst vóru komin inn um hurðina og síðani matur til hundin. - Í dag fari eg at borðreiða [...] sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein handil her í bygdini, sigur hon. Mánamorgunin var hon eisini farin til handils at keypa sær [...] natúrligur spurningur til hana, um hvat hon hevði gjørt, um eingin handil var í bygdini. - So máttu vit bara plága onkran annan at koma við mær onkra aðrastaðni at keypa inn saman við mær. - Nei, tað er
í telefonini. - Hetta hevði ongantíð borið til í Føroyum; at tað eru DJ’ar, ið bara spæla eitt slag av tónleiki; at tað eru støð, sum eru ymisk við hvør sínari persónligheit. Alt er bara totalt tilvildarligt [...] verið nøkur DJ mentan, fyrr enn nú seinastu tíðina. Síðani Grundina á G! Og Undirbeat og alt tað. Og tað er eisini rættiliga nógv hent, síðani hesi tingini byrjaðu. Nú hevur DJ’in fingið meira kontroll [...] hevur yvirhøvur stóran tørv á at blíva meira dynamiskt og avbjóðandi, sigur Janus. Finn tónleikin Janus skal komandi tíðina framføra við bólki sínum, Bloodgroup, á eitt nú Organ í Reykjavík við tveimum
telefonini aftan á at hon hevur ringt fleiri ferð. Nú var vent í holuni, hon var líka sum komin niður aftur á jørðina og kærdi sína neyð yvir fyri mær, at nú var næstan eingin eftir á hennara lista og [...] hildið á fram (sjálvur havi eg verið uppstillaður og valdur tvær ferðir, og stillari nú fyri aðru ferð á hesum góða lista). Setti meg síðan í samband við tey 4, ið vóru vald fyri fýra árum síðani, á hesum [...] tað fjórða valevnið við, so stillaðu tey upp á teirra egna lista. Hon valdi tað seinna. Tað ið síðani hendi var, at vit koyrdu listan í tvey, settu Óla Hans á okkara lista, sjálvandi, og sendu Hjalmar I
gang. Nú eru teir á heimavølli, og úrtøka ímóti meistarunum hevði lyft teir nærri bjargingini. Um kappingarárið hjá HB ikki skal heilt miseydnast, so er alneyðugt hjá teimum við Andrew av Fløtum á liðnum [...] Tað kemur sjáldan fyri, at tað eru so nógvur dynamikkur og turbolensur kring eitt umfar í Formula deildini, sum tað er hesa ferð. Fýra dystir eru á skránni. Tann fimti og ikki minst áhugaverdi verður ikki [...] vísti í fjør. GÍ í Gundadali B36 er undir liðini á NSÍ, og B36 hevur møguleika at leggja seg einsamalt á toppin, um teir í árstalsfelagnum vinna á GÍ, og um NSÍ samstundis snávar hesa ferð. Mikukvøldið fekk
Nýggjur á vøllinum er veteranurin og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen, sum er komin á vøllin fyri vongverjan í vinstru Daniel Johansen. HB hevur skift leikskipan frá 4-4-2 og til 3-4-3. Í verjuni eru nú Heri [...] Hørður H. Askham og Delphin Tshiembe, og so eru á miðvøllinum Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Mads Bo Mikkelsen. Og so eru í álopinum Dan í Soylu og Mikkel Dahl. Víkingur [...] steðginum var hann um reppið at økja um heimaleiðsluna, tá ið hann, eftir innlegg úr vinstru og stútara upp á tvørs frá Mikkel Dahl, var í heilt góðari støðu, men málverjin hjá Víkingi Elias Fagrá bjargaði meistarliga
heilt nýggjur Honda Civic er komin á marknaðin. Hesin er 11. generatiónin síðan Civic fyrstu ferð kom á marknaðin í 1972. Sostatt eru 50 ár liðin, síðan fyrsti Honda Civic kom á marknaðin. Honda Civic hevur [...] gear sum standard. Vegna stóran eftirspurning kunnu bilarnir bíleggjast nú til levering fyrsta fjórðingsár í 2023. Tríggir bilar eru á goymslu hjá Nordbil sum demobilar, ið kunnu síggjast og roynast. Civic [...] hk, og snúningsmomentið er 315 Nm. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,8 sekund. Civic e:HEV koyrir við tveimum elmotorum, sum eru tann primera drivkraftin í bilinum, meðan bensinmotorurin er meira sum