Undirritaði og onnur eru hongd út alment, og svertaði til í einum ákæruriti, ið er sent innlendismálaráðnum. Tá ið eg fekk at vita, hvør ið hevði skrivað ákæruritið fyri Soffi, tók eg tað meira róligt. Málið er nú avgreitt og sjálvandi var einki hald í skuldsetingunum, einki lógarbrot so sum KRF vildi vera við, men eftir stendur at verða reinsaður fyri útspillingina, og har er tað lættast fyri Soffi Egholm at koma í fjølmiðlarnar at biðja um umbering og tað treytaleyst. Ger hon tað, er málið úti av verðini fyri meg.
Søgan er í stuttum, at Soffi Egholm ringdi til mín og spurdi, um eg var áhugaður at stilla upp og nevndi nøkur nøvn, har bert ein var úr Kvívík. Tað gjørdi, at eg morgunin eftir metti, at A-listin burdi hildið á fram (sjálvur havi eg verið uppstillaður og valdur tvær ferðir, og stillari nú fyri aðru ferð á hesum góða lista). Setti meg síðan í samband við tey 4, ið vóru vald fyri fýra árum síðani, á hesum sama lista, og játtaði bert Jón Thomassen at halda á fram. Her er vert at nevna, at Soffi Egholm ikki hevði spurt nakran av teimum 4. Kl. 10 hendan sama morgun hevði eg ringt til eini 12-14 fólk og fingið 6 av teimum at játtað at stilla upp.
Og nú byrjar sirkussið
Kl 10 ringir Soffi Egholm og er ikki mjúk at strúka; hvat hon segði, skal eg ikki endurgeva her, men samd vóru vit ikki, tá samtalan var liðug. Síðani hendi ikki tað stóra tann dagin fyrr enn kl. 14. Tá ringir Soffi Egholm aftur, ella rættari, tá taki eg telefonini aftan á at hon hevur ringt fleiri ferð. Nú var vent í holuni, hon var líka sum komin niður aftur á jørðina og kærdi sína neyð yvir fyri mær, at nú var næstan eingin eftir á hennara lista og bað um at sleppa sjálv triðja uppá, ella sum hon málbar seg: "Kunnu vit sleppa upp á tín lista, Heini?" Hon nevndi síðani seg sjálva, Reidun Magnussen og Magnus Svarthamar. Eg játtaði beinanvegin og segði, at tað var í fínasta lagi. Eg nevndi síðani tey 6 valevnini, ið eg hevði fingið og segði, at so verður bert ein listi. (Tá var Óla Hans ikki á listanum.) Eftir hetta, ringdi eg til Hjalmar Ingebrightsen og bað hann skaffa eitt valevni á Válinum, tí av teimum 9 fólkunum var eingin av Válinum, og fekk hann Óla Hans Olsen at stilla upp. Nú skuldi verið liðugt. Ikki visti eg, at hon sat og skrivaði øll nøvnini inn á teldu og at hon skrivaði eitt navn aftrat, ið eg ikki var vitandi um. Síðani printaði hon listan út og kallaði hann fyri sín lista A. (Tað er annars upp til valstýrið at gera av, hvønn bókstav listarnir fáa!) Ætlanin var, at tá eg kom norður frá arbeiði, skuldu Anni og eg skriva listan og skaffa stillarar. T. v. s. eg havi ikki biðið Soffi um nakað sum helst!!! Tá eg kom norður til Kvívíkar, hitti eg Anni Isaksen, og vísti hon mær eitt avrit av tí listanum, sum Soffi hevði skrivað. Eg ringdi so til Soffi kl. 16.45 og minti hana á avtaluna og gjørdi henni púra greitt, at valevnið, ið hon hevði sett á listan undir ongum umstøðum bleiv góðtikið av mær sum stillara og høvuðsmanni aftan fyri listan. Eg havi einki ímóti persóninum, men kommunalpolitiskt standa vit langt frá hvørjum ørðum.
Kl. 17.25 tosaði eg aftur við Soffi og gav henni greið boð um, at tey trý valevnini, ið hon fyrr um dagin hevði nevnt fyri mær, vóru vælkomin á listan. Men vildu tey hava tað fjórða valevnið við, so stillaðu tey upp á teirra egna lista. Hon valdi tað seinna.
Tað ið síðani hendi var, at vit koyrdu listan í tvey, settu Óla Hans á okkara lista, sjálvandi, og sendu Hjalmar Ingebrigtsen yvir aftur til Soffi við listanum við hennara nøvnum og teimum stillarum, ið hon hevði biðið skriva undir. Har var einki krógvað og einki gjørt, ið Soffi ikki visti um, sum hon annars roynir at gera tað til. Síðani fingu vit stillarar til okkara lista, og lótu hann inn á kommunuskrivstovuna.
"Sannleiksvitnið" Soffi
Ikki kann sigast annað enn, at tað er nógv í ákæruritinum, ið hon hevur sent til myndugleikarnar ið ikki passar:
1. Tað passar ikki, at hon bleiv koyrd av listanum, hon valdi tað sjálv.
2. Tað er kolasvørt lygn, at Anni og undirritaði steðgaðu Hjalmar Ingebrigtsen úti á alfara vegi og kravdu at fáa listan frá honum.
3. Heldur ikki passar tað, at eg einki hevði við listan at gera.
4. Tað passar heldur ikki, at eg skal hava forðað Soffi ella nøkrum ørðum at stilla upp.
5. Tað passar heldur ikki, at hini valevnini á lista A ikki vóru vitandi um broytingarnar við listanum.
6. Eg ringdi tvær ferðir til Soffi og segði henni, at nýggjur listi bleiv gjørdur um vit ikki blivu samd, so tað passar ikki, at hon í seinastu løtu, av tilvild, fekk at vita hvat hent var við listanum.
T. v. s. hon vendir øllum á høvdi og fær tað at ljóða trúligt; ikki sørt "sofistiskt"!!
Eisini stendur í skrivinum, at hon kundi havt góðan møguleika at gerast borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, um bert ein listi kom inn. Hetta loyvi eg mær at ivast í, tá ið hetta er arbeiðshátturin, ið hon brúkar.
Nei, tað ið nívir hasa konuna er, at eg eisini fór at gera ein lista. Hevði eg ikki gjørt tað, hevði hon kunnað latið ein lista inn, har hon var høvuðsvalevni, sambart teimum nøvnum, hon nevndi fyri mær kvøldið fyri, og tað var eisini tí, at eg reageraði, sum eg gjørdi. Hon sá nú sína ætlan detta sundur. Helst var tað tí hon var so ill hendan góða morgun.
"Fjølmiðlagreðingurin"
Sosialurin hevur verið hennara miðstøð seinastu tíðina og hava teir slúkt øllum rátt, sum hon er komin við. Fleiri ferðir er hon sloppin á forsíðuna. Undirritaði fekk greitt at vita, tá teir tosaðu við meg, at sama pláss sum hon, fekk eg ikki. Eg eri annars av tí áskoðan, at málið skal fáa frið í fjølmiðlunum soleingi tað verður viðgjørt í IMR. Á Rás2 slapp hon eisini framat at sverta meg út, uttan at fáa ein einasta kritiskan spurning, sjálvt um teir tá kendu mína søgu; eg hevði tá latið eina nágreiniliga frágreiðing inn til IMR. Objektivt, ha!? KVF hevur eisini lisið ákærurnar upp, men ikki lisið mítt aftursvar til innlendismálaráðið.
Síðani Soffi Egholm kom upp í kommunalpolitikk í Kvívík, hava tað við jøvnum millumbili verið negativar greinar um okkara kommunu at sæð í Sosialunum. Hetta hevur ikki bøtt um samstarvið í kommununustýrinum, heldur tvørturímóti. Hvat endamálið hevur verið, er ikki gott at vita. Í hvussu er hjálpir tað lítið at fara í miðlarnar hvørjaferð tað gongur einum ímóti.Tað er ein óbrúkiligur máti at samskifta við hinar kommunustýrislimirnar uppá.
Soffi hevur annars verið á kommunustýrisfundi og valt bæði borgarstjóra og nevndir, í nývalda kommunustýrinum, uttan at mótmæla nøkrum sum helst!?!? Tí kann man spyrja, hví hon kærir. Her loypir ketan av. Eg loyvi mær at ivast í, um ketan nakrantíð hevur verið uppi á?
Eg vil at enda ynskja nýggja kommunustýrinum góða eydnu. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, so tað er bara at fara til verka, nógv er at tríva í, ikki minst eldraøkið liggur á láni.
------
Viðmerking
Heini Holm fekk allan møguleika at úttala seg, tá fyrsta greinin um kommunala stríðið í Kvívík varð skrivað. Hann tók tó ikki telefonina, tá ringt varð til hansara og hevur seinni sagt, at hann valdi at lata vera við at taka telefonina, tí hann visti, hvat samrøðan skuldi vera um.
Seinni fekk hann einsamallur møguleika at greiða frá sínari støðu. Sjálvur vildi hann treyðugt vera við, men tað eydnaðist at fáa hann at úttala seg. Síðan tá hava allar greinirnar viðgjørt sjónarmiðini hjá báðum pørtum, umframt, at blaðið hevur greitt frá gongdini í málinum.
Blaðstj.










