Seinnapartin vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum leiktar.
Nógv talar fyri, at HB verður annað liðið í steypafinaluni 19. september. Á útivølli á Dungasandi í Sørvági vann HB 3-0, har Brá Zakariasardóttir syrgdi fyri tveimum málum.
Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ tepran 1-0 sigur á Víkingi.
HB og 07 Vestur spæla seinnu hálvfinaluna á ovara vølli í Gundadali í Havn, týskvøldið 1. september.
Víkingur og KÍ spæla seinnu hálvfinaluna í Sarpugerði í Norðragøtu, mikukvøldið 2. september.
KÍ-Víkingur 1-0 (1-0)
1-0 Maria Vinjardsdóttir Johansen (39.)
07 Vestur-HB 0-3 (0-1)
0-1 Brá Zakariasardóttir (43.)
0-2 Julia Naomi Mortansdóttir (50.)
0-3 Brá Zakariasardóttir (76.)
Kelda: dystir.fo











