Útróðrarmenn fáa alt for lítið fyri tann fiskin, teir fiska. Og tað ger, at tað er ringt at fáa tað at loysa seg at rógva út.
Tað heldur tvøramaðurin Ragnar Groth Mortensen, sum alt sítt lív hevur róð út, og síðan 2018 hevur hann gjørt tað burturav.
– Eg havi eina ambitión um at selja so nógv sum møguligt til privat fólk heldur enn at lata fiskin blíva útfluttan. Men tað gongur ikki altíð so gott. Ein brøkpartur av tí, sum eg fiski, selji eg í Føroyum, sigur hann.
– Fólk vilja hava eitt raspað hýsuflak og ikki eina heila hýsu. Vit eru ikki komin so langt víðari enn tað.
Sum Ragnar leggur merki til, so halda tey flestu, at fiskur er nakað, man fær - og ikki keypir.
– Soleiðis er samfelagið bara samanskrúvað. Føroyingar vilja heldur hava Mr. Lee nudlur við heitum vatni ella ein oksa úr New Zealandi. Vit tíma ikki at geva okkum tíð at flaka ein fisk og gera frikadellur. Tað er jú eisini skjótari at fara í Bónus og keypa liðugtgjørdar frikadellur har, sigur Ragnar Groth Mortensen.
Útróðrarvinnan er ein serlig vinna og ikki minst óviss, tí veðrið avgerð ofta, um tað ber til at fara út. Og tað er serliga krevjandi fyri einstaka útróðrarmannin, vísir Ragnar á, tí tað er kostnaðarmikið at rógva út. Hann vónar, at føroyingar fara at broyta hugburð til hetta, soleiðis at útróðrarvinnan fer at bera seg betur.
– Tað er viktigt, at føroyskur fiskur ikki verður roknaður sum ein ókeypis ella discount-vøra. Hetta er jú ein fyrstafloks vøra, og man átti at fingið væl meira fyri hvørt kilo. Men tað er ringt at fáa fólk at skilja og vera við uppá tað, sigur hann.
Brot úr grein í Sosialinum