Tað kemur sjáldan fyri, at tað eru so nógvur dynamikkur og turbolensur kring eitt umfar í Formula deildini, sum tað er hesa ferð. Fýra dystir eru á skránni. Tann fimti og ikki minst áhugaverdi verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá ið illa stadda KÍ fer at taka ímóti AB, sum er niðanfyri strikuna.
Oddaliðið úr NSÍ fær vitjan úr Sundalagnum, og tað er oddasessurin, sum stendur upp á spæl. Fyrr í summar tapti NSÍ í Streymnesi. Talan var um tepurt tap, og teir í Runavík vildu halda, at teir ta ferðina høvdu betri uppiborið. Hugburðurin tóktist tó at vera, at tapið var at liva við.
Síðani tá er nógv broytt. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá NSÍ. Í 50. ári felagsins kennist møguleikin fyri at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð at vera nærri veruleikanum, enn hann nakrantíð áður hevur verið. Spælið er farið at líkjast, liðið skapar málmøguleikar, teir halda tætt í verjuni, og fram um alt tykist kenslan av, at tað, sum ongantíð áður hevur borið til, fer at bera til, at gera seg alt meiri galdandi.
Í EB/Streymi hevur tað ikki gingið so væl, síðani teir høvdu vitjan av NSÍ. Ketan er ikki so væl smurd, og onkra ferðina hevur hon havt hug at hoppa heilt av. Saknurin í Sorin Anghel, sum nú sigst vera við at koma fyri seg, hevur verið ógvusligur, og liðið hevur eisini liðið undir, at Arnbjørn Hansen ikki enn er komin upp í snúningarnar, sum hann vísti í fjør.
GÍ í Gundadali
B36 er undir liðini á NSÍ, og B36 hevur møguleika at leggja seg einsamalt á toppin, um teir í árstalsfelagnum vinna á GÍ, og um NSÍ samstundis snávar hesa ferð.
Mikukvøldið fekk B36 rættuliga luft undir veingirnar. Avrikið ímóti grannunum og meistarunum var sannførandi, og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Trivaligur sigur á HB ber sjálvandi við sær, at sjálvsálitið er í toppi hjá B36, og Kurt Mørkøre er meistari í at fáa sínar menn at gera tað, sum skal til.
Tað verður tó neyðugt hjá B36 at spíla seg út. Hesa ferð vitjar GÍ. Gøtumenn eru rættuliga komnir fyri seg. Avrikið á Skála var fínt, og góða úrtøkan seinastu vikurnar ber við sær, at GÍ fer í Gundadal at fáa úrtøku.
Magnus Skoralíð, sum fyri nøkrum árum síðani spældi við GÍ, hevur seinastu árini aftur verið í barndómsfelagnum í Leirvík. Nú hevur hann gjørt av aftur at royna seg í Gøtu.
Tað hevur týdning fyri GÍ, at liðformaðurin og undangongumaðurin Sámal Joensen verður tøkur aftur. Men tað er samstundis hugaligt hjá gøtumonnum at staðfesta, at tað hevur borið væl til, hóast Sámal hevur verið skaddur.
Spæla um 6. plássið
Eftir at tað var rættuligt flog yvir skálamonnum fyrstu umførini og dystirnar eftir at John Petersen var komin aftur á gamlar gøtur, hevur tað seinastu ferðirnar verið eitt sindur torførari.
Bæði Skála og B71 hava verið millum feløgini, sum hava víst positivt og konstruktivt fótbóltsspæl. Tí kann roknast við áhugaverdari uppgerð millum hesi bæði feløgini sunnudagin.
À stigatalvuni fór B71 við sigrinum á AB framum júst Skála. Gestirnir av Skála hava møguleika við fullari úrtøku á Sandi at taka 6. plássið aftur frá sandoyingum.
Meistarakreppa
HB tapti mikukvøldið ímóti B36, og hósmorgunin bórust tíðindini um, at venjarin hevði fingið sekkin. Heðin Askham, sum altíð hevur verið HB-ari, skal í Vági hava ábyrgdina av meistaraliðnum saman við einum øðrum svornum HB-ara. Talan er um gamla toppskjúttan Gunnar Mohr.
VB/Sumba vísti í fyrru hálvfinaluni í Gundadali, at teir væl duga at geva HB ein skarpan gang. Nú eru teir á heimavølli, og úrtøka ímóti meistarunum hevði lyft teir nærri bjargingini.
Um kappingarárið hjá HB ikki skal heilt miseydnast, so er alneyðugt hjá teimum við Andrew av Fløtum á liðnum at fáa fulla úrtøku sunnudagin og í seinnu hálvfinaluni í Vági at spæla seg í steypafinaluna. Um hetta eydnast, so verður framvegis møguleiki fyri, at HB bæði kann gerast steypavinnari og meistari. Um tað ikki eydnast verður talan um totalt kiksað kappingarár. Í hvussu so er sæð við HB brillum.