Føroyingar vita ikki betur

Føroyingar kenna hann best sum oddamann í bólki­num Lama Sea. Íslendarar kenna hann sum odda­mann í bólkinum Blood­group. Nýliga hevur hann fingið sær navnið DJ·ÓR, ið hann ger egnan tónleik og DJ’ar við.

- Klubbar og kaffihús eru ov tilvildarliga samansett í Føroyum. Tað manglar persónligheit í, men tað eru so fá, ið tora at risikera nakað, sigur maðurin handan nøvnini, Janus Rasmussen

Janus Rasmussen, eisini kendur sum DJ·ÓR, byrjaði at spæla rokkgittara sum 11 ára gamal. Heilt stutt eftir hetta opnaðust eygu hansara fyri teldum, elektroniskum ljóðum og samplingum, tá bólkar sum t.d elektroniski Aphex Twin troðkaðu seg inn í hugaheim hansara. Janus hevur verið frontur í bólkinum Lama Sea í fleiri ár og hevur saman við vinmanninum Sakariasi Joensen gjørt elektroniskan tónleik undir heitinum High Hat, sum m.a hevur remiksað løg fyri Heiðrik á Heygum.

Janus býr nú í Íslandi og er við í væl umtókta elektro-popp bólkinum Bloodgroup. Hann hevur altíð gjørt egnan tónleik, og tað er ikki so langt síðani, at hann byrjaði at gera tónleik undir egnum navni; DJ·ÓR. Stílurin, hann fæst við, er tekno/elektro/house, sum hann higartil hevur framført m.a í Barinn og Organ í Reykjavík og til Undirbeat í Føroyum.

 

Hvørjar royndir hevur tú fingið sum DJ í Føroyum og í Íslandi?

- Mínar royndir sum tónleikari og DJ eru, at tað er ræðuliga stórur munur á uppfatanini av DJ’ing í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi er DJ mentanin ótrúliga stór. Hetta ger eisini, at tað er rættiliga torført at koma fram, um ein ikki hevur eitt navn ella umdømi frammanundan. Tað er eisini ræðuliga fjølbroytt tón­listar­liga sæð. DJ’ing er á skránni hvørt kvøld ymsastaðni í býnum. Og tað eru allir tónleika­stílar, ið koma fram; reggae, hipp hopp, elektro, tekno osfr. T.d er eitt stað, sum eitur Prikið, ið bara hevur hipp hopp leygarkvøld, greiðir Janus frá í telefonini.

- Hetta hevði ongantíð borið til í Føroyum; at tað eru DJ’ar, ið bara spæla eitt slag av tónleiki; at tað eru støð, sum eru ymisk við hvør sínari persónligheit. Alt er bara totalt tilvildarligt í Føroyum. Og orsøkin, trúgvi eg, er, at tað ikki eru nóg nógv fólk til at fylla eitt stað, sum bara er eitt ting. Tí eru barrir og kaffihús í Føroyum ofta bara ein tilvildarlig blanding av øllum møguligum.

 

Hví er tað so tilvildarligt, og hvussu heldur tú, at støðan er í dag?

- Fyri bara tveimum árum síðani var eingin ordilig DJ mentan í Føroyum. Tað vóru bara teir somu DJ’arnir, sum spældu sama tónleikin, ið fólkið vildi hoyra. Tað hevur í grundini ikki verið nøkur DJ mentan, fyrr enn nú seinastu tíðina. Síðani Grundina á G! Og Undirbeat og alt tað. Og tað er eisini rættiliga nógv hent, síðani hesi tingini byrjaðu. Nú hevur DJ’in fingið meira kontroll, meira fríheit at úttrykkja sína list og spæla tað, ið hann umboðar sjálvur. Tað sæst eisini betri og betri, m.a á myspace, hvussu nógvir føroy­ingar liggja inni við heima­gjørd­um programmeringum og miksum. So útviklingin er har, og hon fær spakuliga ferð á. Men tað er ikki nakað í Føroyum, sum hevur eggjað mær til at blíva DJ. Tað var heldur ikki, fyrr enn eg fór av landinum og upplivdi ordiligar DJ’ar, sum hava tað sum yrki, og sum ganga uppí tað sum ein form fyri list, at eg fekk áhuga fyri tí sjálvur.

 

Hvør heldur tú, at orsøkin er til vantandi fatanina fyri DJ’ing í Føroyum?

- Eg haldi næstan, at orsøkin til hendan mangulin er, at føroyingar bara ikki vita betri. Eg visti ikki sjálvur av nøkrum, fyrr enn eg slapp at hoyra DJ’ar aðra staðni. Bara fyri tveimum árum síðani kundi tað slett ikki lata seg gera at spæla tónleik, sum eingin kendi. Tað er bara mentaliteturin í Føroyum. Eingin torir at risikera nakað. Alt hevur gingið fínt, og eingin hevur viljað broytt tað. Men nú vilja fólk hava nakað annað. Mann vil hava broyting og uppdatering. Og tað broytist so smátt, m.a við Undirbeat. Tað er komin ein linja ímillum tey, ið bara vilja ballfallera fyri einhvønn prís og tey, ið vilja hava nýggjar tónar, uppdaterað umhvørvi og avbjóðandi náttarlív.

 

Hvat er tað, sum vit mangla í Føroyum?

- Einasta staðið, sum fyri mítt viðkomandi og hóast vánaligar umstøður, hevur eina greiða persónligheit og umboðar ein ávísan stíl, er Cippo, tá Undir­beat er. Fólk eru troytt av tilvildarligheitum. Tey vilja hava nakað egið og nýtt. Trupulleikin tykist bara vera, at tey, ið vilja hava eitt tiltak sum hetta, ikki eru í Føroyum, og tí ber tað illa til at hava hetta tiltakið oftari enn aðru hvørja viku. Eg trúgvi, at tað botnar í trupulleikanum við, at tað eru so mong, ið fara av landinum at taka hægri lesna. Hetta eru fólk, ið hava visiónir, ið vilja uppliva nýggj ting, og ið fáa sítt sjónarhorn víkað við at fara av landinum. Høvdu vit havt fleiri møguleikar fyri hægri útbúgving í Føroyum, høvdu hesi fólkini helst verið verandi í landinum, og eitt tiltak sum m.a Undirbeat hevði kunnað borið seg nógv betri. Føroyskt náttarlív hevur yvirhøvur stóran tørv á at blíva meira dynamiskt og avbjóðandi, sigur Janus.

 

Finn tónleikin

Janus skal komandi tíðina fram­føra við bólki sínum, Blood­group, á eitt nú Organ í Reykja­vík við tveimum bretskum bólkum, á Great Escape Festival í Onglandi og seinni í summar á Roskilde Festivalinum. Hoyr tónleikin hjá DJ·ÓR á myspace.com/djor, harímillum eitt remiks, ið hann hevur gjørt av lagnum »Moving like a Tiger« hjá Bloodgroup. Tú kanst eisini hoyra tónleikin hjá elektro duoini High Hat, ið Janus hevur saman við Sakarisi Joensen, á myspace.com/highhatband. Fylg annars við her í blaðnum og á Planet.fo, nær Janus aftur skal framføra í Føroyum.