Ovurprísir týna fótbóltsglaðir pensjónistar

Fótbóltur: 20-, 30- og heilt upp í 50%. Hetta er tað, ið pensjónistar fáa í avsláttri til eitt atgongumerki til ein fótbóltsdyst í londunum rundan um okkum. Í Føroyum eru fótbóltsfeløgini líkasæl um pensjónistarnar og fáa teir ongan avsláttur yvirhøvur.

Tú nærkast í stórum spenningi fótbóltsvøllinum og gleðir teg at síggja liðið, tú hevur stuðlað alt lívið. Komin heilt at vøllinum hittir tú ábyrgdarpersónin, ið - sum vanligt er - krevur pening fyri at tú skalt hyggja at dystinum, og afturfyri fært tú eitt atgongumerki og eina leikskrá handaða. Tú gongur víðari, leitar tær eftir einum plássi og alt er vent mótvegis tí spennandi fótbóltsdystinum, tú hevur sett tær fyri at hyggja at.
Einki er óvanligt í hesum. Men tað, sum kanska er ov vanligt í hesum, er, at felagið, sum krevur peningin frá tær, er fullkomiliga líkasælt við hvussu gamal tú ert og hvørjum treytum tú livir undir. Uttanlands er tað púra vanligt, at eldri, lesandi og rørslutarnað fáa avsláttur heilt upp til hálvan prís.

Okursprísir
Ein miðalprísur fyri eitt atgongumerki til ein dyst í donsku Superliguni er 120 krónur, men ert tú pensiónistur, fært tú hetta sama atongumerkið fyri 75 krónur. Tað merkir, at tað hjá einum pensjónisti er bíligari at sita væl tilrættis í einum stórum donskum fótbóltsbygningi og hyggja at Dame N'Doye, Dennis Rommedahl og Martin Jørgensen, enn tað er at sita undir opnum himli í Fuglafirði og hyggja at Jákupi Mikkelsen og hinum.
Tað loysir seg kanska betur at fara á eitt risa stadion í Onglandi at hyggja at eitt nú Manchester United, har bíligasta atgongumerkið kostar 250 krónur, men ert tú pensiónistur, fært tú tað fyri hálvan prís – nevniliga fyri 125 krónur.
Í Noregi eru tey ikki júst so góð við pensjónistarnar og geva tey bara pensjónistunum umleið 20% í avsláttri, men í Føroyum eru tey eftir øllum at døma líkasæl og geva ongan avsláttur yvirhøvur. Ert tú yvir 16 ár, skalt tú rinda 80 krónur.

Frítt spæl
Í regluverkinum hjá Fótbóltssambandi Føroya finnur tú bara eina áseting, sum sigur, at ”Hámarksprísurin fyri landskappingardyst/ir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 80,00 og fyri steypakappingardyst/ir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 60,00.”
Eftir seinastu dagføringina av hesari ásetanini er loyvi enntá givið til at somuleiðis krevja kr. 80,00 fyri ein steypakappingardyst, og er tað kanska sjálvsagt, at feløgini gera tað, tí tað er líkt til, at feløgini kenna tað eins og frítt spæl, at Fótbóltssamband Føroya einans ásetir ein hámarksprís.
Frælsið at sjálvi ráða yvir prísinum á atgongumerkjum hava feløgini til fulnar gagnnýtt og ongantíð bjóðað eitt atgongumerki fyri lægri enn tað hámark, ið Fótbóltssamband Føroya hevur sett teimum – nevniliga kr. 80,00.

Eingin heimild
Fótbóltssamband Føroya umboðar øll feløgini í landinum og hevur sum kunnugt bara ásett eitt hámark fyri, hvat eitt felag kann krevja inn fyri eitt atgongumerki eina og sama dag. Tað er líkt til, at Fótbóltssamband Føroya ikki kann gera meira enn tað sama. Sambært Christiani Andreasen, FSF-forseta, hevur FSF nevniliga neyvan heimild at áleggja feløgunum, hvat atgongumerkini til teirra dystir skulu kosta.
Tað merkir, at um pensjónistar og onnur við serligum tørvi á serligum treytum skulu fáa avsláttur, mugu feløgini sjálvi taka stig til hetta.

Hvat ger fyrimyndin?
Christian Andreasen er forseti fyri eitt fótbóltssamband, sum gjarna skal vera slóðari og fyrimynd á slíkum økjum, men heldur ikki til landsdystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum fáa pensjónistar atgongumerki bíligari. Men tað er tað ein orsøk til, heldur hann.
- Vit hava sett prísin týðiliga niður til landsdystir. Eitt nú kostaði tað bara kr. 100,- at hyggja at dystinum ímóti Italia, vísir hann á.
Hann fegnast tó um, at feløgini eru sinnaði at bjóða pensjónistum avsláttur.
- Hugsanin, at pensjónistar fáa atgongumerki bíligari, er ein positiv hugsan. Vit vilja hava fleiri áskoðarar til dystir, og um tað kann vera við til at økja um áskoðaratalið, so er tað útmerkað, sigur Christian Andreasen og vil ikki vísa aftur, at Fótbóltssamand Føroya eisini fer at arbeiða við at finna ein serprís til pensjónistar.
- Tað er eisini ein positiv hugsan, slær hann fast.