Tá ið dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, bríkslaði fyri hálvleiki í steypafinaluni millum Víking og HB, fór annar av HB álopsspælarunum, Hilmar Leon Jakobsen, haltandi av vøllinum. Í fyrra hálvleiki var hann ikki so eyðsýndur, sum hann mangan hevur verið í summar og í heyst. Lítla løtu undan steðginum var hann um reppið at økja um heimaleiðsluna, tá ið hann, eftir innlegg úr vinstru og stútara upp á tvørs frá Mikkel Dahl, var í heilt góðari støðu, men málverjin hjá Víkingi Elias Fagrá bjargaði meistarliga væl.
Tað tykist sum um, at Hilmar Leon Jakobsen spældi hálvskaddur í fyrra hálvleiki, og tað hevur HB venjarin Jens Berthel Askou tikið avleiðingarnar av. Í staðin fyri Hilmar Leon Jakobsen er Mads Bo Mikkesen settur inn í HB álopið.
HB hevur skift ein spælara aftrat út. Nýggjur á vøllinum er veteranurin og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen, sum er komin á vøllin fyri vongverjan í vinstru Daniel Johansen. HB hevur skift leikskipan frá 4-4-2 og til 3-4-3. Í verjuni eru nú Heri H. Mohr, Hørður H. Askham og Delphin Tshiembe, og so eru á miðvøllinum Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Mads Bo Mikkelsen. Og so eru í álopinum Dan í Soylu og Mikkel Dahl.
Víkingur hevur ongar skiftingar gjørt beinanvegin eftir steðgin. Einki er tó at ivast í, at Andreas Lava Olsen skjótt fer at verða skiftur inn í framrættaða ódn á liðnum hjá Víkingi.