ríkiligt av fiskiríkidømi og í veruleikanum hava vit ongantíð havt so stórt fiskivinnuríkidømi sum nú. - Tað er rætt, at ríkidømið er ikki í toski, men vit hava aldrin havt nær í námind so nógvan makrel sum [...] hava stuðul úr landskassanum. Tað staðfestir Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur annars mælt [...] tað kann vera í ávísum førum, at íløgustuðul kann latast til nýtt virksemi, men ikki vanligur rakstrarstuðul, sigur hann. Hinvegin staðfestir Bárður Nielsen, at tað er ikki rávørutrot í fiskivinnuni. -
læknar í Føroyum eru undir somu lóg og sama eftirlitsstovni, óttast hann, at vit læknar fara at vera «defensivur« í sínum arbeiði. Tað merkir, at læknarnir fara at hugsa meira um at skriva tað rætta í journalina [...] tíðina upp á at tryggja teg sjálvar heldur enn uppá at viðgera sjúklingarnar, sum bíða. Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, stúrir fyri, hvussu gongdin verður, eftir at ein danskur lækni er revsaður fyri [...] ein sjúkrarøktarfrøðing kanna blóðsukurið hjá einum sjúklingi í samband við, at hann skuldi hava insulin. Men hann hevði ikki skrivað tað í journalin, og hann hevði heldur ikki tryggjað sær, at blóðsukurið
Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum. Fyrr í vikuni fortaldi Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, fyri Sosialinum, at hann arbeiðir við at seta eina skipan í verk, har tey, sum búgva [...] prísurin við tyrluni eigur at verða tikin við í hesum sambandi. Hann vísir á, at fyri útoyggjarnar hevur sambandi við tyrluni eisini stóran týdning, og í Dímun hava tey so bara tyrluna at líta á. – Men [...] og dýrari hjá øllum hinum at ferðast ímillum meginlandið og útoyggj. Óla Jákup úr Dímun sigur, at í Útoyggjafelagnum hava tey ikki viðgjørt spurningin, men hann kann ikki hugsa sær annað enn at útoyggjafólk
flutt frá HB til B36, hóast umsóknin um hetta kom FSF í hendi, eftir at flytingarvindeygað varð stongt. Tað sigur Sveinur Tróndarson, sum er formaður í Kappingarnevndini. Hann ásannar tó at tað kann tykjast [...] vit gera tær tillagingar, sum eru neyðugar. - Og tað stendur í Kappingarreglunum, at Kappingarnevndin kann geva undantak. Og tað stendur eisini í reglunum, at umsitingarligt mistak er heilt serligt føri. [...] ivi um, at tíðarbilið er ótrúliga óheppið, tá hetta hendir í hesum partinum av kappingini. Ítróttarligi integriteturin skal jú eisini havast í huga, og eg skilji væl KÍ og 07 Vestur, um tey eru ónøgd. Hinvegin
Útmeldingar í seinastuni frá almennari síðu um, at pengar eru ikki til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur í útlandinum hava nú fingið Oljuvinnufelagið at taka blaðið frá munninum Felagið, sum [...] men hetta er tó ikki so einkult. Tað er sera tungt hjá hesum í heimshøpi smáu fyritøkum at fara útum landoddarnar og marknaðarføra seg, men í felag lyfta tær munandi betur, og tiltøkini við landabásum eru [...] básluttakararnir í felag goldið fyri básbygging og luttøku, hevur virkað væl. Hesir básir vísa ikki bara Føroyar sum oljuvinnuland, men eisini sum eitt land, sum er vert at leggja merki til í heila tikið.
ymisku flokkar kunnu samstarva og reka politikk saman í sátt og semju! Tað vil tíðin so vísa. CHE hevur kunngjørt sítt rættiliga orðríka samgonguskjal, sum í høvuðsheitum byggir á meiri samhaldsfesti, sjálvbjargni [...] Laksáfossvongurin í Sambandsflokkinum gjørdi lívið ov súrt fyri løgmann og hansara fólk? Javnaðarflokkurin var stóri taparin á valinum. Tí má viðurkennast, at løgmaður hevur dugað væl at telva fyri í heila tikið [...] eftir í løgmansráðnum, tá øll uttanríkismálini eru flutt til nýggja uttanríkismálaráðið, ið Tjóðveldi skal umsita? Tað sær ikki mætari út enn, at løgmaður hevur tømt løgmansembætið og skal formaður Javn
er settur út í politiska kortið við CHE skjalinum. Flokkurin er ikki loysingarflokkur, og tí kann tað hugsast, at veljarar floksins eru ivandi um CHE projektið. Í gjár varð upplýst, at tað í meðal er vorðið [...] verið áskoðari til nú í fleiri vikur. Løgmaður velur enn einaferð at royna minnilutasamgongu við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki. Við hesum er Sjálvstýrisflokkurin farin inn aftur í sín gamla leiklut [...] Miðflokkur og Sjálvstýrisflokku kunnu góðtaka, samstundis sum hann skal fáa tey fráfalnu í egnum fylgi aftur í rætt. Eingin øvundaverd støða!
sum í samrøðu við Dimmalætting sigur seg taka undir við Irakkrígnum. -Eg eri samdur við Høgna Hoydal, sum finst at Jørgen Niclassen fyri hanasra úttalilsi í um Irak, tí vit hava jú eina samtykt í tinginum [...] -Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur altíð sympatiserað við demokratiska flokkin í USA og sjálvandi altíð ynskt, at tað stórveldi sum USA er verður stýrt av einum demokrati, og tí vóni eg sera sterkt, at [...] sigur formaður Javnaðarfloksins og sitandi fíggjarmálaráðharri , sum ikkii heldur tað vera serliga smart av okkara uttanríkisráðharra sum alment umboð at úttala seg um, at tað er gott við krígnum í Irak
grundleggjandi kjak um, hvat vit í roynd og veru vilja við føroyskari mentan. Eitt kjak, sum sambært formanninum í Mentunargrunninum ongantíð hevur fingið gjøgnumbrot í politiska rúminum. - Summi halda [...] hvønn leiklut hon yvirhøvur skal hava, og hvørt hon skal stuðlast frá almennari síðu ella ikki. Sum formaður í Mentunargrunni Landsins hevur Rói Patursson hvørt ár ábyrgdina av at umbýta tær 5,6 milliónir krónurnar [...] tykjast partvís liva við einum farnum samfelagi í mønini, sum ikki setir prís á tey mentanarligu, listarligu og estetisku virðini, sigur formaðurin í Mentunargrunninum. Hann fegnast um tey álit, sum eru
Eisini formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm, sum er burturstaddur í sjúkuørindum, undrast á skuldsetingarnar hjá Heina O. Heinesen í blaðnum leygardagin. ? Heini O. Heinesen kennir væl siðvenjuni [...] Signari á Brúnni fótonglar í vegin, tá umbønin um pengar til sjónvarpið varð avvíst í fjør. ? Hatta er tað reina vrøvl. Hatta ber als ikki til, tí hatta málið varð ongantíð viðgjørt í fíggjarnevndini. Hatta [...] logting.fo), sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at tá fundurin tá varð settur, spurdi hann sum formaður, um nakar ætlaði at brúka minniolutaverjuna, so ynskti hann at fáa tað at vita, áðrenn málið varð