Fótbóltur
Í grein 17 stk 5 stendur nevnt eitt dømi um serligt føri. Har stendur, at umsitingarligt mistak er eitt serligt føri, og tí valdi Kappingarnevndin hjá FSF at geva B36 undantak frá reglunum um spælaraflyting, tá spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt frá HB til B36, hóast umsóknin um hetta kom FSF í hendi, eftir at flytingarvindeygað varð stongt.
Tað sigur Sveinur Tróndarson, sum er formaður í Kappingarnevndini.
Hann ásannar tó at tað kann tykjast løgið, at FSF valdi at játta umsóknini frá B36, hóast teir úr Noreg, Danmark, Íslandi og Svøríki fingu at vita, at har hevði eitt slíkt undantak neyvan verið givið.
- Vit hava sjálvandi hugt at altjóða reglunum, men vit mugu fyrst og fremst taka atlit til tær reglurnar, sum vit hava fyri føroyskan fótbólt. At hesar so ikki eru nóg væl ajourførdar, og at nakrar konsekvensbroytingar ikki eru gjørdar, er óheppið. Men tað er nakað, sum vit mugu taka á okkara kappa, og sum vit mugu arbeiða við, staðfestir Sveinur Tróndarson.
Men tit hava samstundis eitt løgfrøðisligt notat, sum staðfestir, at B36 ikki hevur grundgivið fyri, at talan er um heilt serligt føri. Vil tað siga, at Kappingarnevndin er ósamd í ráðgevingini, sum er fingin frá norðurlendskum sersambondum og føroyskari juridiskari ráðgeving.
- Tað, sum Jens Wang sigur, er, at vit skulu hava góðar grundgevingar fyri at gera hetta. Og at vit skulu hugsa væl um møguligar skaðavirkningar. Tað hava vit hugsa væl og virðiliga um, og tað er eingin ivi um, at vit vilja halda tær tíðarfreistir, sum eru galdandi fyri flytingarvindeygað. Og so mugu vit gera tær tillagingar, sum eru neyðugar.
- Og tað stendur í Kappingarreglunum, at Kappingarnevndin kann geva undantak. Og tað stendur eisini í reglunum, at umsitingarligt mistak er heilt serligt føri. So vilt tú gera tað niðurstøðu, at vit eru ósamdir, so kanst tú tað. Men okkara støða er, at regluverkið hjá okkum, sigur nakað annað, og tí hava vit givið undantakið.
- Men tað er eingin ivi um, at tíðarbilið er ótrúliga óheppið, tá hetta hendir í hesum partinum av kappingini. Ítróttarligi integriteturin skal jú eisini havast í huga, og eg skilji væl KÍ og 07 Vestur, um tey eru ónøgd. Hinvegin skal ítróttarligur integritetur eisini tala fyri B36, sum heilt avgjørt hevur handlað í góðari trúgv, og sum longu 6. juli boðaði frá sáttmálanum. Og okkara meting er so, at tað er eitt umsitingarligt mistak – og harvið serligt føri – tá sáttmálin ikki varð latin til góðkenningar og spæliloyvið ikki flutt, sigur Sveinur Tróndarson.