Listafólkini stríðast - men politikararnir sova

- Føroyskir politikarar tykjast partvís liva við einum farnum samfelagi í mønini, sum ikki setir prís á tey mentanarligu, listarligu og estetisku virðini, sigur formaðurin í Mentunargrunninum, Rói Patursson

- Vit síggja alskyns góð initiativ frá okkara listafólki, men ongan respons frá politiska myndugleikanum. Vit mangla framvegis at taka eitt grundleggjandi kjak um, hvat vit vilja við føroyskari mentan, hvønn leiklut hon yvirhøvur skal hava, og hvørt hon skal stuðlast frá almennari síðu ella ikki.

Sum formaður í Mentunargrunni Landsins hevur Rói Patursson hvørt ár ábyrgdina av at umbýta tær 5,6 milliónir krónurnar til føroysk listafólk, sum Mentunargrunnurin fær játtað á fíggjarlógini árliga. Grunnurin er sambært Róa eitt fantastiskt framstig, men hann er skjótur at undirstrika, at við núverandi játtan megnar grunnurin als ikki at nøkta “tann kvalifiseraða eftirspurningin”, sum hann málber seg.

- Játtanin skal í øllum førum tvífaldast, áðrenn vit kunnu nøkta tørvin hjá teimum kvalifiseraðu listafólkunum, sum søkja um peningaligan stuðul. Um vit so taka allar aðrar umsøkjarar eisini, sum enn ikki hava etablerað seg, gerst játtanin alt ov lítil, sigur Rói Patursson.

Um vit framhaldandi ynskja føroyska leiklist, føroysk tónlist og føroyskar bókmentir, so krevur tað sambært Róa, at vit her og nú taka eitt grundleggjandi kjak um, hvat vit í roynd og veru vilja við føroyskari mentan. Eitt kjak, sum sambært formanninum í Mentunargrunninum ongantíð hevur fingið gjøgnumbrot í politiska rúminum.

- Summi halda, at mentan als ikki skal stuðlast, og at vit als ikki skulu hava ein virknan almennan mentunarpolitikk. Fair nokk. Men lat okkum so fáa staðfest, at hetta er politiski viljin. Lat okkum um ikki annað fáa eitt breitt politiskt kjak um, hvat vit vilja við føroyskari mentan, um hon skal stuðlast alment, og um mentan yvirhøvur er ein politisk ábyrgd. Tí tað tykist eftirhondini ikki so sjálvsagt, at politikarar halda seg hava ábyrgdina av einum góðum listarligum umhvørvi. Í stóran mun rúmar føroyskur politikkur framvegis ikki hugtakinum “mentan”, sigur Rói Patursson.


Veiðusamfelagið

Rói heldur, at føroyskur politikkur søguliga hevur snúð seg um fisk og samferðslu. Og at okkara politikarar framvegis ikki hava umstillað seg til eitt nýtt samfelag og eina nýggja samtíð, sum krevur, at vit eisini fara at raðfesta onnur øki.

- Føroyskir politikarar tykjast partvís liva við einum farnum samfelagi í mønini, sum ikki setir prís á tey mentanarligu, listarligu og estetisku virðini, sigur formaðurin í Mentunargrunninum. Hann fegnast um tey álit, sum eru gjørd, men harmast um, at tað veruliga kjakið og avgerðirnar ikki koma.

- Vit síggja nøkur upplop av og á, men so doyr kjakið aftur, og føroyskt mentunarlív má framhaldandi finna seg í at virka undir alt ov vánaligum umstøðum. Vónandi fer komandi samgonga at leggja á annan bógv, endar Rói Patursson.


HíS