Útmeldingar í seinastuni frá almennari síðu um, at pengar eru ikki til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur í útlandinum hava nú fingið Oljuvinnufelagið at taka blaðið frá munninum. Felagið, sum ger eitt stórt arbeiði fyri at førleikamenna føroyska vinnu til eina møguliga komandi oljuvinnu, hevur sent uttanríkisráðnum og vinnumálaráðnum eina umbøn um at fáa vent gongdini aftur.
Oljuvinnufelagið fegnat tó um, at umstøðurnar hesuferð lagaðu seg soleiðis, at tað ber til at hava ein landabás á Offshore Europe 2011. Oljuvinnufelagið ynskir sjálvsagt at vera við til at samskipa landabásin, og fer eisini at gera sítt til, at básurin og luttøkan gerast væleydnað. Og víðari verður sagt:
-At føroyski landabásurin á Offshore Europe E2011 mestsum av misgávum verður fíggjaður av Uttanríkisráðnum loysir tó ikki teir trupulleikar, sum eru knýttir at messuluttøkum uttanlands frameftir. Sum kunnugt hevur Vinnuframagrunnurin avgjørt ikki at stuðla tílíkum messum longur, men heldur leggja seg eftir at stuðla íverksetarum.
Tær føroysku fyritøkur, sum luttaka á oljumessum, eru pinkulítlar at sammeta við aðrar fyritøkur á tílíkum messum, hóast lutfalsliga stórar heima í Føroyum. Gólvøkini er sera dýr at leiga, og harafturat eru básirnir dýrir at byggja. Tað er sum so rættuliga tilforlátiligt at siga, at vinnan skal gjalda kostnaðin av bási og av egnari luttøku á tílíkum messum, men hetta er tó ikki so einkult.
Tað er sera tungt hjá hesum í heimshøpi smáu fyritøkum at fara útum landoddarnar og marknaðarføra seg, men í felag lyfta tær munandi betur, og tiltøkini við landabásum eru sera stimbrandi fyri vinnuna. Skipanin higartil, við at Vinnuframagrunnurin hevur stuðlað við gólvøkinum, og básluttakararnir í felag goldið fyri básbygging og luttøku, hevur virkað væl.
Hesir básir vísa ikki bara Føroyar sum oljuvinnuland, men eisini sum eitt land, sum er vert at leggja merki til í heila tikið. Tað er tí av týdningi, ikki bara fyri Oljuvinnufelagið, men eisini fyri almennu Føroyar, at ein føroyskur landabásur er fastur partur av oljumessunum um okkara leiðir stendur í áheitina frá Oljuvinnufelagið. Og hildið verður fram:
Leikluturin hjá fyrst Menningarstovuni, síðan Samvit og nú Uttanríkisráðnum er týdningarmikil. Hesin parturin av messuluttøkunum má ikki detta burtur. Oljuvinnufelagið heitir tí á myndugleikarnar um, saman við vinnuni, at meta um møguleikarnar at endurskipa eitt útflutningsráð, sum verður skipað í samstarvi millum vinnuna og tað almenna.
Meðan hetta arbeiði verður gjørt, vónar Oljuvinnufelagið, at dentur verður lagdur á at fremja føroyska útrás, sum kann vaksa um útflutning av vørum og tænastum.
Oljuvinnufelagið heitir tí staðiliga á myndugleikarnar um framhaldandi at stuðla føroyskari útrás og landabásum frameftir. Formaður í felagnum er Magni Arge.