Eg vil ikki vera tann fyrsti at broyta siðvenjuna

Vil landsstýrið hava pengar til løn til Tórbjørn Jacobsen beinanvegin, so kunnu teir kalla tingið saman, soleiðis sum fyriskrivað er í stýrisskipanarlógini, sigur fíggjarnevndarformaðurin, Bjarni Djurholm

Eisini formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm, sum er burturstaddur í sjúkuørindum, undrast á skuldsetingarnar hjá Heina O. Heinesen í blaðnum leygardagin.

? Heini O. Heinesen kennir væl siðvenjuni hjá fíggjarnevndini ikki at ganga slíkum umbønum á møti. Fyri tað næsta, so var tað Tjóðveldisflokkurin sum stríddist sum úlvur á skóg fyri at fáa kanningarstjóra settan at kanna Signar á Brúnni. Endamálið var, at um hann varð reinsaður, so skuldi hann setast aftur sum landsstýrismaður. Tí skilji eg púrt einki av hesum, sigur Bjarni Djurholm.

Fíggjarnevndarformaðurin vísir eisini aftur, at hann skal hava verið so íðin at leggja Signari á Brúnni fótonglar í vegin, tá umbønin um pengar til sjónvarpið varð avvíst í fjør.

? Hatta er tað reina vrøvl. Hatta ber als ikki til, tí hatta málið varð ongantíð viðgjørt í fíggjarnevndini. Hatta kann ein og hvør síggja, tí allar gerðabøkurnar eru at síggja á heimasíðuni hjá løgtinginum (www.logting.fo), sigur Bjarni Djurholm.

Hann vísir á, at tá fundurin tá varð settur, spurdi hann sum formaður, um nakar ætlaði at brúka minniolutaverjuna, so ynskti hann at fáa tað at vita, áðrenn málið varð viðgjørt. Tá boðaðu teir tríggi andstøðulimirnir frá, at tað fóru teir at gera.

? Harvið endaði fundurin, uttan at málið varð viðgjørt, sigur Bjarni Djurholm, sum eisini er sannførdur um, at málið heldur ikki hevði verið samtykt, varð tað viðgjørt.

? Vit høvdu als onga ávirkan á, at Signar á Brúnni fór í kassan eftir pengunum. Vildu teir fylgt reglunum, so kundu teir kallað tingið saman at játta hesa eykajáttan, og so varð málð loyst eftir reglunum, og so var eingin trupulleiki.

? Tað sama kann landsstýrið gera í hesum málið. Teir kunnu kalla tingið saman og játta pengar til løn til nýggja landsstýrismannin, so sum tað eigur at verða gjørt sambært stýrisskipanarlógini, sigur Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.