– Eg stúri fyri, at avleiðingin verður, at læknar fara heldur at brúka tíðina upp á at tryggja teg sjálvar heldur enn uppá at viðgera sjúklingarnar, sum bíða.
Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, stúrir fyri, hvussu gongdin verður, eftir at ein danskur lækni er revsaður fyri ikki at hava gjørt eitt mistak
Mistakið var, at hann hevði gjørt, var, at hann hevði biðið ein sjúkrarøktarfrøðing kanna blóðsukurið hjá einum sjúklingi í samband við, at hann skuldi hava insulin. Men hann hevði ikki skrivað tað í journalin, og hann hevði heldur ikki tryggjað sær, at blóðsukurið varð kannað.
Men eitt mistak hendi og blóðsukurið varð ongantíð kanna. Seinni doyði sjúklingurin, men hóast rætturin staðfesti, at sjúklingurin ikki doyði av mistakinum, fekk læknin kortini bót fyri ikki at hava tryggjað sær, at blóðsukurið varð tikið, og fyri ikki at hava ført umbønina um tað í journalina.
Hetta hevur fingið nógva umrøðu og allir møguligir bólkar av heilsustarvsfólkum hava stuðlað læknunum.
Pál Weihe heldur, at tað tykist sum at nýggja Styrelsen for Patientsikkerhed er farið harðliga til verka, og meldar nú læknar til politiið fyri eitt gott orð.
Og nú læknar í Føroyum eru undir somu lóg og sama eftirlitsstovni, óttast hann, at vit læknar fara at vera «defensivur« í sínum arbeiði.
Tað merkir, at læknarnir fara at hugsa meira um at skriva tað rætta í journalina heldur enn at samskifta við sjúklingin, og royna at fáa greiði á, hvat bagir honum.
– Tú brúkar tíðina til at tryggja teg sjálvan heldur enn at fáa sjúklingarnar, sum bíða, avgreiddar sigur Pál Weihe.
Hann vísir á, at arbeiðið hjá læknum snýr seg allan dagin um metingar.
– Vit hava ikki ein fasitlista, sum apotekarar hava, at antin er heilivágurin, ein sjúklingur fær, tann rætti, ella er hann tann skeivi, fyri at nevna eitt dømi. Vit skulu meta um, hvør mest sannlíka sjúkan er, og hvør tann rætta viðgerðin er. Og í hesum er eisini ein møguleiki fyri at meta skeivt, sigur Pál Weihe.
Hann sigur, at soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er tað í dag.
– Men skulu vit fara at arbeiða defensivt fyri at verja okkum ímóti skrivstovuveldinum, verður úrslitið, at bíðilistarnir fara at vaksa stórliga.
Hann hugsar sær eina støðu, har ein sjúklingur ringir til vaktlæknan og greiðir frá, at hann hevur fingið brádliga høvuðpínu, og so má hann sjálvandi mitt á nátt til akutta heilaskanning.
– Læknafelagið fer við hesum at heita á Heilsumálaráðið at fylgja væl við, so at læknayrkið ikki verður destruktivt og defensivt, sigur Pál Weihe.