Hetta eru vit glað fyri

– Men ferðaseðlaprísurin við tyrluni eigur at verða munandi hækkaður fyri ferðafólk

– Eg haldi, at hetta er at fegnast um, og eg kann ikki hugsa mær annað, enna at fólk, sum býr á útoyggj yvirhøvur, fegnast um hetta.

 

Tað sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum.

 

Fyrr í vikuni fortaldi Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, fyri Sosialinum, at hann arbeiðir við at seta eina skipan í verk, har tey, sum búgva fast á útoyggj, skulu kunna ferðast nógv bíligari við skipunum hjá Strandferðsluni, enn tey gera nú.

 

Hann sigur enntá, at verður semja um at gera tað púra ókeypis hjá útoyggjafólki at ferðast við Strandferðsluni, hevði hann tikið undir við tí.

 

Hinvegin heldur hann, at tey, sum búgva á meginlandinum, og útlendsk ferðafólk, saktans tola at rinda væl meiri fyri ferðaseðilin, enn tey gera nú.

 

Sostatt er ætlanin at endurskoða ferðaseðlaprísin hjá Strandferðsluni, har tað verður bíligari útoyggjafólki og dýrari hjá øllum hinum at ferðast ímillum meginlandið og útoyggj.

 

Óla Jákup úr Dímun sigur, at í Útoyggjafelagnum hava tey ikki viðgjørt spurningin, men hann kann ikki hugsa sær annað enn at útoyggjafólk taka væl undir við tí.

 

– Samferðslan er lívæðrin hjá útoyggjunum, so øll viðurskifti, ið gera hana betri, eru kærkomin, sigur hann.

 

Men hann heldur avgjørt, at ferðaseðlaprísurin við tyrluni eigur at verða tikin við í hesum sambandi.

 

Hann vísir á, at fyri útoyggjarnar hevur sambandi við tyrluni eisini stóran týdning, og í Dímun hava tey so bara tyrluna at líta á.

 

– Men tað er mangan, at tyrlan er so full av útlendskum ferðafólki, at vit sleppa ikki við, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum.

 

Hann sigur, at hetta avmarkar flytiførið hjá útoyggjafólkið rættiliga nógv. Samstundis er tað dýrt hjá Tyrluni, sum viðhvørt noyðist at flúgva eykatúrar av tí sama.

 

Tí heldur hann, at ferðaseðlaprísirnir við Tyrluni eigur at verða hækkaður so mikið nógv, at tað eggjar ferðafólki heldur at fara við skipunum.

 

Hann nevnir, at serliga eigur ferðaseðlaprísurin við Tyrluni til og úr Suðuroy at verða munandi hækkaður fyri ferðafólk, tí har er stórt og gott skip at sigla við.

 

Hann leggur afturat, at tað hevur bøtt um støðuna, at nú ber ikki longur til at bíleggja sær pláss við tyrluni langt frammanundan, so nú fáa útlendsk ferðafólk ikki bílagt sær tyrlupláss, samstundis sum tey bíleggja sær ferðina til Føroyar.  

 

Men enn er virkisførið hjá útoyggjafólkið munandi skert av hesum sama og tí eiga ferðafólk at rinda nógv meiri fyri ferðaseðilin, heldur formaðurin í Útoyggjafelagnum.

 

Hinvegin heldur Óla Jákup úr Dímun eisini, at hetta er ein javnviging, tí prísurin má ikki vera so høgur, at tað fær ferðafólk at aftra seg fyri at ferðast til útoyggjarnar.