Leygardagin 3. mai millum kl. 14 og 17 verður møguleiki hjá børnum og vaksnum at koma ein túr á Argja Skúla og hugna sær við alskyns aktivitetum. Tað er harmoniorkestrið og guitarbólkurin hjá Tórshavnar [...] tónleika- og musikkskúlastevnu. Á tiltakinum á Argja skúla verður ymist til hugna og stuttleikar. Nevnast kann køku- og mattombola, burturluting, bommtombola, fiskibrunnur, klatriveggur, skeiðirør og hoppiborð [...] hildin í Kópavogi. Børn og ung úr øllum Norðurlondum eru bjóðað við til stevnuna. Evnið á stevnuni verður íslendska náttúran og mentan. Luttakararnir framføra sín tónleik ymsastaðni og spæla saman. Eisini
Sannelena er fødd og uppvaksin í Tjørnuvík. Sum ung kom hon til Havnar, har hon tænti hjá Jens Paula í Dali, sjómansskúlastjóra, sum búði uppi við Pisuvarða. Eins og so mangar norðanfjørðsgentur so fór [...] byrjaði sum 12 ára gamal at rógva út á norðhavinum við pápa sínum og var fiski-og arbeiðsmaður alt sítt lív. Í 1972 fluttu Sannelena og Pedda aftur til Eiðis at búgva. Tey arbeiddu bæði á nýstovnaða fl [...] Olaf (1947-1955) og Jónsvein. Familjan búði á Eiði til 1955, tá tey fluttu til Havnar. Til jólar í 1958 fluttu tey inn í nýggj hús í Perskonugøtu í Havn. Í Havn arbeiddu Sannelena og Pedda á Bacalao. Pedda
Jenisi og hinum í Miðflokkinum. - Rúsdrekka oyðileggur samfelagið meira enn nakar droymir um. Tað drepur, sindrar familjur og ger fólk sjúk, sigur Jenis av Rana. Tí er tað eitt hjartamál hjá honum og flokkinum [...] kundi verið misnýttur og hevði verið misnýttur um so var, at broytingin bleiv samtykt. - Vit vita at alt, sum kann misnýtast verður misnýtt og handan lógarbroytingin hevði í roynd og veru givið alt púra [...] av lógini, og so leingi vit sita í samgongu, verður eingin lógarbroyting framd, sum ger tað lættari at fáa hendur á rúsdrekka. So einfalt er tað, sigur Jenis av Rana. Samgongufund um rúsdrekka Sama boðskap
syngur, síðan hava handlarnir í miðbýnum mótaframsýning við nýggjasta vár og summarmótanum, har varða sýnd fram klæðir til ung og eldri, nýggjasti hármótin, make-up, prýðislutir, brillur, skógvar o.a. F [...] Í sambandi við at langur leygardagur verður í Havn 3. mai, skipa Felagið Tórshavn og fimleikafelagið Ljósið fyri felags tiltaki, sum byrjar kl. 13.30 í gamla kommunuskúlagarði. Tiltakið byrjar við at Brandur [...] sum loppimarknaður, kafé, skreiðibani, fjarstýrdir bátar, fiskidammur, søla av kaffi, køkum, pylsum og øðrum. Kl. 16.00 spælir Havnar Hornorkestur. Handlarnir hava opið til kl. 17.00. Um veðrið ikki verður
eru vit har, og vit sleppa ikki so langt, og tað fer at samansjóða kórið betur sosialt og harvið skuldi tað givið eina betur góðsku, heldur hon. Og meðan tey ungu sum vaksin ganga í Havn og gleða seg til [...] úti eisini, tað giti eg. Og tað verður bara so, at so renna børnini runt í bygdini og banka upp á hurðarnar og boða frá, sigur hon. Tey verða eini 30-40 í tali í ferðalagnum. Og tað fer at merkjast í bygdini [...] onkur fer inn til Rakul og tey at sova, meðan restin fer í skúlan. Í skúlanum er ein skúlastova og tvey kømur, og tey ætla at gera tað so, at tað verður sovið í kømurnum, og so eta tey í skúlastovuni
lokalradio, sum danir rópa tað. Nógv eru tey, sum eru komin og farin í Nærvarpinum, og ofta hevur verið skipað fyri góðum tiltøkum sum dansi og fótbólti á stórskýggja í Folkets Hus (nú Lille Vega). Gjøgnum [...] l fyri føroyska útisetan og er tað enn. Vantanti eru millum 1.000 og 5.000 lurtarir, sum ringja inn tá ið sent verður. Nærvarp Okkara hevur júst skipað nýggja 5 manna nevnd og gjørdar eru ymsar broytingar [...] narvarp.dk og so verða sendingarnar sendar av teldu, sum Føroya Sparikassi hevur latið stuðul til. Nevndarformaður og nærvarpsstjóri Edmund S. Jacobsen sigur: "Vit hava fingið tónleika- og samrøðusavn
um alt staðið har fortíð og nútið, ung og gomul, møttust og bundust saman. Eg vóni inniliga, at til ber at finna onkra loysn, so Kondittaríið kann stuðlast og lata upp aftur - og enn vera tann nalvin Ha [...] ð eitt stak spennandi og eitt sindur forkunnugt stað at fara inn og spæla eitt sindur vaksin saman við teim vaksnu. Har sótu tey, sum myndaðu Havnina, og vit hugdu og lurtaðu og sugu av fortíðini. Men [...] tá fleiri og fleiri javnaldrar eisini stukku inn á gólvið, ognaðu vit okkum Kondittaríið sum okkara hugnastað eisini, og so við og við gjørdust vit eisini havnarmyndir, sum tey ungu hugdu at og lurtaðu eftir
síðan høvdu handlarnir í miðbýnum mótaframsýning við nýggjasta vár- og summarmótanum, har vórðu sýnd fram klæðir til ung og eldri, nýggjasti hármótin, make-up, prýðislutir, brillur, skógvar o.a. Frásøgumaður [...] leygardagur varð í Havn seinasta leygardag, skipaðu Felagið Tórshavn og fimleikafelagið Ljósið fyri felags tiltaki í gamla kommunuskúlagarði og í gongugøtuni. Tiltakið byrjaði við at Brandur Enni sang, síðan [...] at veðurvánirnar ikki vóru so góðar fyri hendan dagin. Hóast tað var nakað av vindi og kalt, vóru nógv fólk í býnum og gjørdu brúk av tilboðunum, sum handlarnir í miðbýnum høvdu. Kaféin kom eisini væl við
ungum dreingjum, sum leygarkvøldið komu út fyri einum ferðsluóhappi á vegastrekkinum millum Skálabotn og Skipanes. Av politistøðini í Runavík verður gitt, at tað var ov nógv ferð, sum var orsøkin til óhappið [...] vóru á veg úr Havn til Leirvíkar, vóru við í bilinum. Bilurin koyrdi oman í grúsið niðanfyri vegin, og førarin hevur helst verið ov knappur at snara innaftur, tí bilurin koyrdi beint niðan í bakkan omanfyri [...] vegin. Bilurin fór sendandi 40 metrar ígjøgnum luftina áðrenn hann síðani lendi á øllum fýra hjólunum, og fór sendandi 13 metrar afturat áðrenn hann steðgaði á einum víkiplássi. Bilurin gjørdist vrak. Teir
viðgerð og elvdi síðani til eitt langt stríð millum politiska myndugleikan og Føroya Lærarafelag. Tíverri ikki eitt stríð um innihald og framtíðarætlanir. Men eitt stríð um frymlar og prosentir og promillur [...] promillur og niðurskurðir og krónur og oyru og gamlar, óloystar spurningar um savnsrøkt og so framvegis. Tað harmist eg um. Men eg haldi, at vit kunnu siga her í dag, at øgiliga nógv av stríðsmálunum hava fingið [...] verka. Endamálið er at samskipa lærara- og pedagogútbúgvingina, gera føroyska útbúgving frá grundini og at samskipa læraraa- og pedagogútbúgving við hægri lestur og gransking. Fólkaskúlalógin eftirmetast