Nærvarpið leggur hart út!

   

Stórt dansitiltak. Stórt dansitiltak verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið tann 3.mai frá kl. 22.00-04.00. Portrið letur aftur á midnátt. Nærvarp Okkara, sum skipar fyri, hevur fingið hendur á ikki minni enn tveimum orkestrum, eitt til hvørt gólvið.
Í stovuhæddini verður dansur við Eyðun Nolsøe (sang og auk.guitar), Pætur við Keldu (sang & keyboard), Leivur Thomsen (el. guitar), Agnar Lamhauge (bass) og Petur Dalsgaard (trummur).
Fyri fyrstu ferð í Føroyahúsinum koma diskoljós upp í stovuhæddini.
À 1.hædd verður tequila-barr við frukt og pyntaðum borðum. Tað, sum skal verða yvirraskandi, er, at eitt danskt blues/jazz orkestur (tað kallast: Edis Plesure ), sum kemur at spæla avslappandi chill-out tónleik. Tað eru royndir eldri menn, sum fara at leika New-Orleans-tónleik við sangi, kontrabass, klav-er, trækbasun og saxofon.
At hava tvey orkestur í senn er kanska nógv, tá ið Húsið bert rúmar 250 fólk. "Vit tora tó at royna, tí væl gekk í fjør", siga tey í Nærvarpinum, sum eru sera uppsett upp á kvøldið. Nærvarpið vónar, at fólk fara at stuðla tiltakinum, tí tað er so sanniliga gjørt nógv burtur úr fyrireikingini.
Hvør kennir ikki Nærvarp Okkara? Tey, sum hava búð í Keypmannahavn okkurt tíðarskeið, kenna hetta lokalradio, sum danir rópa tað. Nógv eru tey, sum eru komin og farin í Nærvarpinum, og ofta hevur verið skipað fyri góðum tiltøkum sum dansi og fótbólti á stórskýggja í Folkets Hus (nú Lille Vega). Gjøgnum árini hevur hetta verið ein góður mentunarstuðul fyri føroyska útisetan og er tað enn. Vantanti eru millum 1.000 og 5.000 lurtarir, sum ringja inn tá ið sent verður.
Nærvarp Okkara hevur júst skipað nýggja 5 manna nevnd og gjørdar eru ymsar broytingar. T.d. er ein heimasíða komin www.narvarp.dk og so verða sendingarnar sendar av teldu, sum Føroya Sparikassi hevur latið stuðul til. Nevndarformaður og nærvarpsstjóri Edmund S. Jacobsen sigur: "Vit hava fingið tónleika- og samrøðusavn inn á telduna og hava tískil nógv lættari við at senda frá telduni. Á henda hátt verður bíðitíðin hjá lurtarunum og mistøk okkara minimerað. Vit slíta heldur ikki upp á fløgurnar, tó at fyrrverandi sendiút-gerð sjálvandi er klár sum eykaútgerð, um teldan skuldi svikið. Ja, vit royna at fylgja við marknaðinum og fara skjótt at vitja aðrar útvarpsstøðir í Kbh., fyri at fáa íblástur. At enda verður sagt at øll, ung sum tilkomin, eru vælkomin at senda nærvarp, sí heimasíðuna.