Stórt familjutiltak í Argja Skúla

   

Leygardagin 3. mai millum kl. 14 og 17 verður møguleiki hjá børnum og vaksnum at koma ein túr á Argja Skúla og hugna sær við alskyns aktivitetum.
Tað er harmoniorkestrið og guitarbólkurin hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum skipar fyri familjutiltakinum. Peningurin, sum inn kemur, fer til at fíggja eina ferð til Íslands í tíðarskeiðinum 25. til 29. juni, har orkestrini skulu luttaka í eini norðurlendskari tónleika- og musikkskúlastevnu.
Á tiltakinum á Argja skúla verður ymist til hugna og stuttleikar. Nevnast kann køku- og mattombola, burturluting, bommtombola, fiskibrunnur, klatriveggur, skeiðirør og hoppiborð. Eisini verður kaffi og heitar vaflur til keyps.
Kl. 15.30 fara tey ungu í harmoniorkestrinum og guitarbólkinum at spæla.
Tað er Nordisk Musikskoleråd, sum skipar fyri stevnuni í Íslandi í summar, sum verður hildin í Kópavogi. Børn og ung úr øllum Norðurlondum eru bjóðað við til stevnuna.
Evnið á stevnuni verður íslendska náttúran og mentan. Luttakararnir framføra sín tónleik ymsastaðni og spæla saman. Eisini verða útferðir gjørdar.
Tórshavnar Musikkskúli luttekur við tveimum bólkum. Einum harmoniorkestri við 42 luttakarum og einum guitarbólki við 10 luttakarum.
Savnandi parturin av stevnuni er eitt stórt tónleikaprojekt, har ið allir næmingarnir úr Norðurlondum, við teirra ymsu tónleika- og mentunarbakgrundum, fara at skapa og framføra tónleik saman. Tónleikaliga úrslitið verður til í samarbeiði við næmingar og leiðarar meðan stevnan er. Listerligur leiðari av hesum tiltaki verður Paul Griffiths, sum er tilknýttur Guildhall Scool of Music and Drama í London.