Tríggir mans í ferðsluóhappi

Leygarkvøldið var eitt ferðsluóhapp millum Skálabotn og Skipanes. Tríggir ungir mans vóru í bilinum, og teir sluppu væl frá óhappinum

Hepni bjargaði trimum ungum dreingjum, sum leygarkvøldið komu út fyri einum ferðsluóhappi á vegastrekkinum millum Skálabotn og Skipanes.
Av politistøðini í Runavík verður gitt, at tað var ov nógv ferð, sum var orsøkin til óhappið.
Tríggir ungir mans, sum vóru á veg úr Havn til Leirvíkar, vóru við í bilinum.
Bilurin koyrdi oman í grúsið niðanfyri vegin, og førarin hevur helst verið ov knappur at snara innaftur, tí bilurin koyrdi beint niðan í bakkan omanfyri vegin. Bilurin fór sendandi 40 metrar ígjøgnum luftina áðrenn hann síðani lendi á øllum fýra hjólunum, og fór sendandi 13 metrar afturat áðrenn hann steðgaði á einum víkiplássi. Bilurin gjørdist vrak.
Teir tríggir ungu menninir vórðu sendir til Havnar til observatión, men onki álvarsamt var hent við teimum. Teir vórðu allir útskrivaðir sunnudagin.
Førarin sat ikki í trygdarbeltið, men tað gjørdu hinir, sum báðir vóru sovnaðir aftur á túrinum norður. Um førarin eisini varð sovnaður, er ikki greitt enn, tí politiið hevur ikki havt møguleika at avhoyra dreingirnar. Blóðroynd er eisini tikin fyri at tryggja, at tað ikki var rúsdrekka, sum var upp á spæl.