Sannelena á Lofti 95 ár

Í dag, 1. mai, fyllir Súsanna Malena Poulsen, vanliga nevnd Sannelena á Lofti, á Eiði, 95 ár.

Sannelena er fødd og uppvaksin í Tjørnuvík. Sum ung kom hon til Havnar, har hon tænti hjá Jens Paula í Dali, sjómansskúlastjóra, sum búði uppi við Pisuvarða. Eins og so mangar norðanfjørðsgentur so fór Sannelena til Vágs at arbeið í fiski, hon arbeiddi á Gørðunum hjá Magnus Dahl.
Sannelena giftist í 1930 við Jóan Petur Poulsen, vanliga nevndur Pedda á Lofti, av Eiði. Tey fingu børnini: Herdis, Selmu, Kobu, Sigmund, Svenning, Olaf (1947-1955) og Jónsvein. Familjan búði á Eiði til 1955, tá tey fluttu til Havnar. Til jólar í 1958 fluttu tey inn í nýggj hús í Perskonugøtu í Havn. Í Havn arbeiddu Sannelena og Pedda á Bacalao.
Pedda byrjaði sum 12 ára gamal at rógva út á norðhavinum við pápa sínum og var fiski-og arbeiðsmaður alt sítt lív.
Í 1972 fluttu Sannelena og Pedda aftur til Eiðis at búgva. Tey arbeiddu bæði á nýstovnaða flakavirkinum, Norðís. Pedda doyði í 1986, 84 ára gamal. Sannelena býr í dag einsamøll, hon er púra klár og heldur hús sjálv. Hon kemur eisini til møtir í salinum, Mizpa, á Eiði, tá onkur er at koyra hana. Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum.