Vit hava enn ein stirvnan, danskan skúla ? á føroyskum

-Tað er alneyðugt, at lærarayrkið fær ta tign og ta virðing, sum tað hevur uppiborið. Til tess krevst eisini, at sáttmálasamráðingar fara at snúgva seg um innihaldið og virðið í undirvísingini, heldur enn um tey stríð, vit higartil hava havt um arbeiðstíð og niðurskurðir segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður m.a. í røðu á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag, sum vit prenta í heilum líki

- Hetta er triðju ferð eg havi fingið tann heiður, at røða á aðalfundi Føroya Lærarafelags. Tað fegnist eg um og takki fyri. Ja, satt at siga, so kann eg ikki ímynda mær nakað forum, har tað kann vera týdningarmeiri at sleppa at siga sína hugsan og at skifta orð við fundarfólkið, tá ræður um framtíðina í hesum landi.
Tit eru røktarar, íblásarar og arbeiðsfólk hjá tí dýrabærasta og broytiligasta, livandi tilfeinginum, vit eiga. Hvør gerð í tykkara yrki skapar nýggjar møguleikar fyri hvønn einstakan og fyri samfelagið. Skapar vitan. Skapar ræsurnar til nýggjan lærdóm. Skapar persónar. Skapar sosialar samanhangir og møguleikar. Skapar fólk og samfelag.
Tí vóni eg eisini, at tit fara at loyva mær at siga mína erligu hugsan um fólkaskúlan. Bæði um ítøkilig viðurskifti og um tær politisku visjónirnar frameftir. Neyvan eru tit samd við mær í øllum, og nógv er sjálvsagt rættiliga merkt av míni politisku sannføring. Men eg haldi tað vera neyðugt at vit tosa erliga og fáa eitt veruligt politiskt kjak um fólkaskúlan. Ikki minst til tess at fylgja tí arbeiðinum upp, sum Annlis Bjarkhamar hegnisliga setti í gongd - bæði við síni rundferð kring landið í SÚS-verkætlanini, menningarætlanini fyri fólkaskúlan og øðrum, sum eg skal venda aftur til.

Vit hava enn ein danskan skúla á føroyskum
1. januar 2002 gjørdist skúlin føroyskur burturav. Okkara ábyrgd fult og heilt. Tað haldi eg átti at verið størsti íblásturin og størsta avbjóðingin undir øllum, sum vit gera frameftir.
Men vit hava higartil ikki megnað at sett sjálvstøðugan føroyskan skúlapolitikk veruliga á breddan. Vit hava politiskt framvegis ilt við at viðgera føroyskan skúlapolitikk sum annað enn seinkaða eftirgerð av donskum skipanum. Og vit hava framvegis ilt við at síggja føroyskan skúlapolitikk sum annað enn onkusvegna eina undirskipan í eini danskari skipan. Øll okkara skúlaskipan er í veruleikanum ein avleggari úr Danmark. Vit hava havt og hava enn eina danska skúlaskipan á føroyskum.
Alt gott um danskan skúlaskap og danskan skúlapolitikk, misskilji meg ikki. Men vit mugu síggja og menna føroyska skúlan sum ein sjálvstøðugan skúla, lagaðan til okkara samfelag og við málinum um, at vit skulu virka og taka lut beinleiðis í altjóða samfelagnum. Tað er eitt ódnartak at fara undir í allari okkara skúlaskipan. Men fólkaskúlin og tit lærarar í fólkaskúlanum eru grundarlagið. Og tað krevur áræði av okkum øllum at fáa ein nútímans, føroyskan skúla.

Tann neiligi fólkaskúlin
Seinastu nógvu árini hevur viðgerðin av fólkaskúlanum og viðurskiftunum kring hann, verið merkt av neiligum anda og nógvum stríði. Bæði orsakað av búskaparkreppuni, ið var. Men eisini av nýggju fólkaskúlalógini, sum varð sett í verk í endanum á einum valskeiði. Hon fekk eina lítið visjónera politiska viðgerð og elvdi síðani til eitt langt stríð millum politiska myndugleikan og Føroya Lærarafelag.
Tíverri ikki eitt stríð um innihald og framtíðarætlanir. Men eitt stríð um frymlar og prosentir og promillur og niðurskurðir og krónur og oyru og gamlar, óloystar spurningar um savnsrøkt og so framvegis.
Tað harmist eg um. Men eg haldi, at vit kunnu siga her í dag, at øgiliga nógv av stríðsmálunum hava fingið eina loysn. Og at avtalur, sum vit hava gjørt, eru nú settar í verk. Eg kann bert nevna savnsrøktina, flokslærarakunngerðina, bókasavnstímarnar og ymsar niðurskurðir. Eitt stórt mál afturat, nevniliga arbeiðstíðin, hava tit í løtuni uppskot um til hoyringar.

Komið og stríðist um framtíðina
So eg vóni, at vit í dag kunnu siga: Nú er stundin komin, at fólkaskúlin og tykkara arbeiði verður sett í eitt jaligt ljós. Nú má tað verða innihaldið, menningin, atgerðarætlanin og krøvini til okkum sjálv, vit fara at brúka mestu orkuna uppá. At skapa tann góða føroyska fólkaskúlan, sum kann menna okkara børn til føroyskar heimsborgarar. Har næmingar trívast. Og har lærarar trívast og kenna seg virdar fyri sítt arbeiði.
Eg eri tí eisini ómetaliga fegin um tær ætlanir, sum Annlis Bjarkhamar megnaði at loysa úr lagdi, áðrenn hon tíverri varð loyst úr starvi. Og eg havi lagt stóran dent á at fylgja hennara málum og at fáa tey framd. Eg skal nevna 4 mál, sum hon setti í verk:

1. Menningarætlanin fyri fólkaskúlan:
-Eftir rundferðina hjá Annlis Bjarkhamar verður nú arbeitt við at seta menningarætlanina í verk fyri fólkaskúlan. Her verða ávís evni og økir vald at menna komandi árini.

2.Tilboð til næmingar við atferðartrupulleikum:
-Samráðingar og ætlanir eru byrjaðar um eitt ítøkiligt pláss og høli til at skapa eitt tilboð til næmingar við atferðartrupulleikum. Ein loysn, sum møguliga eisini kann sameinast við at plássið kann nýtast til setursskúla summar partar av árinum.

3. At endurskoða sernámsfrøðiliga økið:
-Stig eru tikin til at gera uppskot um, hvussu sernámsfrøðin verður endurskoðað, bygt á álitið, sum varð gjørt, og tað aðalorðaskiftið, sum Løgtingið hevði um málið. Dentur skal leggjast á samskipan millum skipanirnar í almannaverkinum og í undirvísingarverkinum.

4. At endurskoða lærara- og pedagogútbúgvingina:
-Nevndin er farin til verka. Endamálið er at samskipa lærara- og pedagogútbúgvingina, gera føroyska útbúgving frá grundini og at samskipa læraraa- og pedagogútbúgving við hægri lestur og gransking.

Fólkaskúlalógin eftirmetast
Hetta eru alt stig til at skapa ein føroyskan skúla á egnari grund, sum eisini skal virka í altjóða samfelagnum. Eg havi eisini umhugsað, at hóast nýggja fólkaskúlalógin er so mikið ung, so er tørvur á at eftirmeta hana og gera broytingar í henni. Men tað skal byggjast á royndirnar av tí, sum nú verður sett í verk, so vit ikki hava alt ov nógv tógv á snælduni, meðan vit binda pløgg og royna at fáa tey at sita.

Arbeiðstíðaruppskotið ? ábyrgd og liðiligheit
Og tað fær meg at nema aftur við tað stóra málið, sum tit í løtuni verða hoyrd um: Uppskotið um at skipa arbeiðstíðina hjá lærarum.
Eg eri sera fegin um tað arbeiðið og ta semjuna, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt. Onkur knútur var, sum vit hava loyst, áðrenn vit sendu uppskotið út.
Eg haldi, at uppskotið eigur at vísa aftur tí ótta og iva, sum eg veit, at fleiri lærarar hava havt um arbeiðstíðaruppskotið. Hetta er ikki eitt amboð, sum skal elva til minutt-eftirlit við stoppuri. Tvørturímóti byggir uppskotið í fyrsta lagi á tær semjur og skipanir, sum eru gjørdar seinastu árini. Og í øðrum lagi kann hetta gerast amboð til betri pedagogiskar møguleikar, liðiligheit og ábyrgd hjá einstaka læraranum og einstøku skúlunum.
Uttan eina arbeiðstíðarskipan, sum er liðilig, gerast pløggini alt ov trong til at vit fáa arbeitt fyri at menna fólkaskúlan og givið rúmd fyri egnum loysnum og nýggjum møguleikum.

Burtur frá sentralstýringini til størri ábyrgd
Málið fyri at menna ein føroyskan fólkaskúla liggur í at hava minni sentralstýring og at sleppa undan einum stívum bygnaði, har øll orkan fer til at tosa um smálutir og prosent og niðurskurð.
Vit vilja eina liðiliga skipan, har nógv størri ábyrgd er hjá einstaka skúlanum, leiðsluni og lærarunum. Vit skuu seta nakrar karmar og nøkur minstukrøv frá politisku umsiting-ini, men síðani skal tað vera upp til lærara, leiðslu og næmingar at røkka krøvunum við sínum egnu loysn-um.
Vit skulu burtur frá hugtøkum sum pultstímar á 45 minuttir og heldur tosa um lærdóm og undirvísing í nógv breiðari høpi. Sum alt tað arbeiðið og tann lærdóm, ið verður skaptur á skúlunum og tí umhvørvi, ið skúlin virkar í.
Skúlarnir skulu hava umstøður at ganga nýggjar og egnar leiðir í at røkka pedagogisku málunum fyri útbúgving fólkaskúlans, og fyri at røkka málinum um trivnað, menning og sosiala ábyrgd hjá okkara børnum.

Pengar farnir til stríð ? heldur enn til at byggja nýtt upp
Eg fari eisini at loyva mær at koma við einum hjartasuffi. Vit hava hesi seinastu árini stríðst um pengar og um játtanina til fólkaskúlan.
Síðani 1997, tá nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi hava vit økt játtanina til fólkaskúlan við meiri enn 50 prosentum. Men millum lítið og onki av hesum er farið til økta undirvísing í mun til einstøku næmingarnar. Meginparturin ar farin til at loysa gomul stríðsmál um løn og tímar, til ymsar niðurskurðir í undirvís-ing, og so sjálvsagt nakað til økta næmingatalið. Satt at siga, eru pengarnir farnir til at rudda í gomlum óloystum stríðsmálum.
Tí skal eg aftur vóna, at vit nú hava lagt hetta afturum okkum og fara at tosa um at menna fólkaskúlan. At vit gevast at seta kikaran á tað, sum ikki hevur verið. Men á tað sum skal verða.

Tign og virðing sum lærarar
Eg haldi, at tað er alneyðugt at lærarayrkið fær ta tign og ta virðing, sum tað hevur uppiborið.
Til tess krevst eisini eftir mínum tykki, at sáttmálasamráðingar fara at snúgva seg um innihaldið og virðið í undirvísingini, heldur enn um tey stríð, vit higartil hava havt um arbeiðstíð og niðurskurðir.
Eg haldi, at vit eru komin hartil.
Eg skal at enda takka fyri samstarvið við nevndina í Føroya Lærarafelag og við fráfarandi formannin, Elsu Birgittu Petersen. Eg ynski komandi formanni og nevnd alt tað besta við vón um gott samstarv.