ábyrgdarleyst nýta eitthvørt høvi at gera hetta. Tá Varaløgmaður og Fíggjarmálaráðharrin siga av løgtingsins røðarapalli, at danska stjórnin hevur havt rentuvinning av kreppulánum til Føroya Landstýri, so má [...] mytur verða dyrkaðar. Tjóðveldisflokkurin hevur fostrað mytuna um danskan rentuvinning av kreppulánum til Føroya Landstýri. Tað tykist sum um, at hesir menn purra uppundir ein og hvønn illgruna teir síggja
annað so moralska, skyldu til, at hava sakligar grundgevingar fyri tí, hann førir fram í Tinginum. Hann og hansara umsiting hava allar møguleikar til at fáa meiri álítandi tilfar til vega. Metingar av veð [...] og hvør má hava loyvi til at gera sær sína egnu niðurstøðu; men fortreytin má vera, at niðurstøðurnar byggja á sakligt grundarlag. Hetta átti í hvussu so er at verið eitt krav til øll orðaskifti á Tingi [...] hesum verður sjálvandi tikið hædd fyri. Tað er eisini rætt, at vit í Føroyum ikki hava merkt nógv til upphiting hesi seinastu 50 árini; men tað broytir ikki tann veruleika, at jørðin sum heild og eisini
vit so til høgru, sæst »Hotel Djurhuus«, ið er so gott sum órørt. Oman fyri sæst »Áarstova«. Hon bleiv tikin niður síðst í 1920-unum. Myndin frá 1925 er tikin trý ár eftir, at fyrsti bilurin kom til landið [...] Natúr«, bygt í 1892, og broytt í 1929. Tá lok var lagt á Havnará, frá Laðabrekku og oman á Kongabrúnna fingu húsini kvist á tekjuna og høvuðs-inngongdin bleiv flutt frá Kopargøtu og yvirum, móti Hotel Djurhuus [...] Djurhuus. Har sum húsini hjá Jákup á Lag standa í dag, stóðu tey gomlu húsini har Sápuhúsið helt til. Niðan fyri »Handelsforeningen« stóðu húsini »Grøna pakkhús« ella »Laðapakkhúsið«, sum tey eisini blivu rópt
an Betsson, har ikki bert spælarar, men eisini íleggjarar tordu at vedda uppá at teir fingu góða úrtøku - og fingu 402%! Íløgufeløg Eitt íløgufelag er ein felagsskapur, har eitt tal av íleggjarum hava [...] Virðisbrævamarknaðinum í 2007 við eini úrtøku uppá 249% og 110% frammanfyri reiðaríið Norden, á 2. plássi. Til lukku við tí! Børsrakettir á danska partabrævamarknaðinum 2007 Felag Kurshækking 2007 Atlantic Petroleum [...] stóðu seg best tað eina árið, ofta standa seg illa eitt annað ár. Topp 10 íløgurnar 1996-1999 fóru til botns 1999- 2002 Ein stór, men einfald kanning av 851 íløgufeløgum í USA vísir, at tey bestu íløgufeløgini
at gleða okkum til sigur leiðarin í Føroyahúsinum Martin Fjallstein. Nógv tiltøk til heystar Nógv hevur verið havt á lofti í farnu vetrarskránni, sum røkk frá síðst í august og fram til síðst í mai. Líkt [...] Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er eisini afturlatin. Tó ber til at fáa orðið á tær við telefon í vanligu upplatingartíðunum frá 14. juni til 31. juli. Býurin settur í stand Gott tað sama at øll lata aftur [...] at seta partar av Vesterbro í stand aftur. Og nú er túruin komin til okkara grannalag. Síðani desember mánað hevur hetta verið okkum til ampa á ymsan hátt, men serstakliga tvørligt síðani apríl. Tað er
ein lastbilur fullur av korni framvið og tók teir við til næsta bý. Har var tó eingin mekanikari, so teir máttu bíða, til teir aftur fingu eitt lift til býin Cusco. - Aftur varð allur motorurin rippaður sundur [...] prísin frá 70 soles til 700 soles. - Vit søgdu bums nei og máttu so taka tuktukkin avaftur lastbilinum. Har stóðu vit so strandaðir. Koyrdu so fýra kilometrar í fyrsta geari, til vit komu til ein lokalan mekanikara [...] næstan tveir dagar at koma til saltoyðimørkina. Bara leiðin til sjálva saltoyðimørkina var so hørð, at tað nærum tók ondina úr summum okkara. Vegurin var avgjørt ikki gjørdur til eina tuktuk, kilometur eftur
tíð, og harafturat mintust teir eisini til røttu orðini. Hetta gjørdi framførsluna meira livandi, og áhoyrararnir fingu høvi at síggja sangararnar leggja sál í sangin, soleiðis, at ein kendi tað sum um [...] sigur í innganginum til skrá hjá studentaskúlakórinum, at so mong kór, orkestur, solosangarar og sangbólkar eru sprotnir úr skúlanum síðani hann varð settur á stovn, at tað ikki ber til at nevna tey øll. [...] beinan vegin til merkis við framførslum kórsins var, at sangararnir ikki nýttu nótabløð at syngja eftir, hóast talan ofta var torgreiddar útsetingar. Kórlimirnir dugdu allir at finna rætta tónan til rætta tíð
pening til ferðina. Tey hava skipað fyri marknaðardegi, stuðulsrenning, selt lutaseðlar, og nú stendur kondibingo og dansur á skránni. Stuðulsrenningin gekk fyri seg upp á tann mátan, at tey fingu fólk at [...] at orðna sjálvi. Alt goldið Orsøkin til at tey valdu Bulgaria, var at ongin av teimum hevði verið har fyrr, og so er tað eitt spennandi og nýtt ferðamál. Tey fara til eitt sokallað »All-inclusive« hotel [...] Ferðin til Golden Sands í Bulgaria er stóra málið hjá 10. flokki í Sørvágs skúla. Tey hava latið millum 50 og 100 krónur hvønn mánað, síðan tey vóru 10 ár, og síðani desember í fjør hava tey havt tiltøk
alt eftir hvat tey ávísu strekkini eru kodaði inn til, verður spitarin tyngri at trýsta á, til ferðin er komin niðri á tað, sum skipanin er kodað inn til. Fylgisveinurin veit alla tíðina, hvar bilurin er [...] 80 km/t og kom til eina ferðslutalvu sum vísti 50 km/t, bleiv spitarin tyngri at trýsta á, inntil ferðin kom niður á 50 km/t. Tað sama var galdandi, um man koyrdi við 50 km/t og kom til eina ferðslutalvu [...] at trýsta á. Alt hetta varð stýrt av fylgisveini. Intelligent Speed Adaption Nú tvey ár seinni varð høvi at royndarkoyra ein Kia Sportage hjá Ferðslutrygd í Havnargøtum við hesi skipan. ISA (Intelligent
føroysk flagg. Og tá ið tað er orsøkin til, at vit fingu fiskiloyvi, hevði tað verið eitt sindur ómoralskt at fari onkra aðra staðni at fiska, hóast vit hava loyvi til tað, sigur sigur Jákup Olsen. Tað var [...] annað, enn at tað hevur hilnast væl hjá nýggja rækjutrolaranum hjá vágbingum. Hvannaberg hevur verið til fiskiskap í fimm vikur og er longu á veg heim við fullari last, sum er 240 tons. Hetta er reiðarin [...] og fóru at sigla heim á miðdegi sunnudagin. Rækurnar verða avreiddar á Oyri, hagar Hvannaberg kemur til arbeiðstíð fríggjamorgunin. Men tíverri er prísurin á rækjum sera vánaligur. Jákup Olsen sigur, at