Summarfrí
Fríggjadagin 25. juni letur kaffistovan í Føroyahúsinum aftur. Hon verður stongd fram til mánadagin 26. juli. Fólk fara í summarfrí eina tíð og eisini skal vaskast upp og niður, málast og gólvini lakkast. Tey nógvu tiltøkini í húsinum gera, at viðlíkahaldið eisini verður neyðugari og størri.
Um summarið hvíla eisini tey flestu feløgini: Talv, kór, dansur, MFS o.o. Tey fara í gongd aftur síðst í august. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er eisini afturlatin. Tó ber til at fáa orðið á tær við telefon í vanligu upplatingartíðunum frá 14. juni til 31. juli.
Býurin settur í stand
Gott tað sama at øll lata aftur ísenn í Føroyahúsinum í summar. Framman fyri húsini eru menn farnir undir stórarbeiði. Tí nú hevur eina tíð verið roynt at seta partar av Vesterbro í stand aftur. Og nú er túruin komin til okkara grannalag. Síðani desember mánað hevur hetta verið okkum til ampa á ymsan hátt, men serstakliga tvørligt síðani apríl. Tað er sera óruddiligt uttan um okkum, stórar moldrúgvur, rør, stillagur og gongubrýr hvørt um annað. Larmur er alla tíðina og illa verður viðhvørt slóðað inni eftir gólvinum. Tíbetur hevur ikki verið nógv avfall í vár.
Arbeiðið varir út móti jólum ella aftur til várs. Tó verður roynt at slætta og rudda aftur framman fyri okkum út móti heysti. Vit royna á ymsan hátt at fáa alt at bera til kortini og hava gjøgnumført øll tiltøkini. Sigast má at gestirnir eru lagaligir og lata seg ikki órógva nógv av hesum. Eisini skuluonsku verkamenninir eiga tað rós, at teir eru beinasamir og taka eina hond í, tá ið onkuntíð á stendur. Ein køld Føroya Bjór ger teir heldur ikki óblíðari.
- Fólk vita jú at hetta er býfornýgging. Tað verður snøgt og hugnaligt uttan um okkum aftur móti vári. Grannabygningurin nr. 19 stendur nú mest sum liðugur og hann er vorðin eitt satt býarprýði. Vit hava nakað at gleða okkum til sigur leiðarin í Føroyahúsinum Martin Fjallstein.
Nógv tiltøk til heystar
Nógv hevur verið havt á lofti í farnu vetrarskránni, sum røkk frá síðst í august og fram til síðst í mai. Líkt er til at komandi skeið verður líka so fjølbroytt og áhugavert á ymsan hátt. Føroyingar og íslendingar leggja fyri við einum felagstiltaki 28. august. MFS fer at skipa fyri fimm serstøkum kafékvøldum í heyst og fleiri fyrilestrar vera.
Eftir ætlan fara vit at skipa fyri bussferð til Prag saman vð »12.Manni« til fótbóltsdystin millum Føroyar og Kekkia 10. oktober. Helst verður stórur áhugi fyri hesi ferð. Mentanarbýurin í 1999 Weimar er eisini eina vitjan verdur.
Sum vant vera eisini bingokvøld aftur í heyst. Tey byrja 7. september og eru annaðhvørt týskvøld. Týsdagsdøgverðarnir byrja longu 24. august. Flestu vinningarnir frá bingolutaseðlunum í vár eru farnir. Tó eru tveir eftir á hesum báðum tølum: 679 og 337. Vinningarnir skulu verða heintaðir í seinasta lagi 31. juli. Týsdagsdøgverðarnir byrja longu 24. august. Vínveitslan verður 2. oktober og lundaveiðslan 6. november. Eitt serligt fyribrigdi er Mentanarnáttin í Keypmannahavn 15. oktober, tá ið eini 60.000 fólk hava fingið sær atgongumerki til ein hóp av ymsum tiltøkum í býnum tað kvøldið og út á náttina. Føroyahúsið er uppií við fleiri tiltøkum.
Ólavsøkan miðskeiðis í vikuni
Ólavsøkan í Føroyahúsinum verður hildin 28. og 29. juli. Ólavsøkuaftan verður fernisering við spennandi listaframsýning. Kappróðurin heima verður útvarpaðu rog Petra Joensen, ættað úr Leirvík, sum er starvsfólkaleiðari í »Kolonien Filadelfia« í Dianalund, heldur ólavsøkurøðuna. Um kvøldið spæla Vágsheyggjafrensarnir. Matsøla og annað verður báðar dagarnar. Ólavsøkudag er m.a. gudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv og kafékvøld. Vágsheyggjafrensarnir spæla bæði í kirkjuni go til kafékvøldið.
Um ólavsøkuna verður altíð væl vitjað í Føroyahúsinum. Mong eru á ferð og nýt høvi at fáa ferilainn á gólvið í húsinum,sigur leiðarin, sum ynskir øllum væl komnum aftur í húsið og til ólavsøku og harafturat ynskir øllum gott summar.