Nú hava vit í nøkur ár hoyrt um Null-hugsjónina, sum byrjaði í Svøríki í 1997. Aðalmálið við hesi hugsjón er, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Hóast tað er trupult at náa hesum máli, verður alla tíðina arbeitt fram móti endamálinum við Null-hugsjónini.
Fyri tveimum árum síðan vóru 85 føroyingar frá ymiskum stovnum, feløgum og fjølmiðlum í Trollhättan í Svøríki, har tey vórðu kunnaði um Null-hugsjónina og sluppu at royndakoyra bilar á einum 40 km longum vegastrekki, har stórur dentur varð lagdur á, at vegurin var so ferðslutryggur sum gjørligt. Talan var um eina verkætlan, sum var gjørd í samstarvi millum land og kommunu, svenska ráðið fyri ferðslutrygd og Saab bilaverksmiðjuna.
Á hesum strekki var tað soleiðis at um man t.d. koyrdi við eini ferð uppá 80 km/t og kom til eina ferðslutalvu sum vísti 50 km/t, bleiv spitarin tyngri at trýsta á, inntil ferðin kom niður á 50 km/t. Tað sama var galdandi, um man koyrdi við 50 km/t og kom til eina ferðslutalvu, sum vísti 30 km/t, spitarin bleiv tyngri at trýsta á. Alt hetta varð stýrt av fylgisveini.
Intelligent Speed Adaption
Nú tvey ár seinni varð høvi at royndarkoyra ein Kia Sportage hjá Ferðslutrygd í Havnargøtum við hesi skipan.
ISA (Intelligent Speed Adaption) útgerð er sett í bilin í Svøríki. Skipanin virkar á tann hátt, at um koyrt verður skjótari enn fyriskrivað í einum avísum øki, so gerst spitarin tyngri at trýsta á. Búgvi Apol, frá Bileftirlitinum í Føroyum, og Jón Kragesten frá Ferðslutrygd, vóru til staðar tá útgerðin varð sett í bilin.
Í samstarvi við Tórshavnar Býráð eru nøkur ávís vagastrekkir í býnum kodaði inn í eina stýrieind í bilinum, soleiðis at um bilurin koyrir skjótari enn t.d. 50, 40, 30, ella 15 km/t, alt eftir hvat tey ávísu strekkini eru kodaði inn til, verður spitarin tyngri at trýsta á, til ferðin er komin niðri á tað, sum skipanin er kodað inn til. Fylgisveinurin veit alla tíðina, hvar bilurin er staddur.
Tekniskt letur tað seg gera at útbyggja eina slíka skipan til at umfata allar vegir í landinum. Men í fyrstu atløgu er bert talan um eitt upplýsandi átak hjá Ferðslutrygd fyri at ávirka politikkarar og kommunustýrislimir.
Vinnumálaráðið fyrireikar nú eitt uppskot til samtyktar um Null-hugsjónina. Uppskotið kemur fyri løgtingið í november.