Vit síggja dag og dagliga, hvussu mytur verða dyrkaðar. Tjóðveldisflokkurin hevur fostrað mytuna um danskan rentuvinning av kreppulánum til Føroya Landstýri. Tað tykist sum um, at hesir menn purra uppundir ein og hvønn illgruna teir síggja, soleiðis at als einki álit má vera millum donsku stjórnina og føroyingar. Bara Tjóðveldisflokkurin vinnur uppá at súrga viðurskiftini millum Føroyar og Danmark mest møguligt, og er hetta málið eitt gott dømi um, hvussu teir ábyrgdarleyst nýta eitthvørt høvi at gera hetta.
Tá Varaløgmaður og Fíggjarmálaráðharrin siga av løgtingsins røðarapalli, at danska stjórnin hevur havt rentuvinning av kreppulánum til Føroya Landstýri, so má man ganga út frá, at hesir menn hava grein í sínum máli. Tí var tað rættiliga skelkandi at hoyra aftursvarið, ið ríkisumboðið gav Lisbeth Petersen, tá hon spurdi, um hettar var rætt. Varaløgmaður og Landstýrismaðurin í Fíggjarmálum søgdu ósatt sambært hesum aftursvari.
Fjølmiðlar og onnur vóru sera gramm, tá ein annar landstýrismaður í hesum valskeiðnum segði skeivt um krabbameinsviðgerð. Hvat er øðrvísi við hesum? Eigur man ikki at krevja av landsstýrismonnum Tjóðveldisfloksins, ið sjálvir sita undir hvørjum orði hjá øðrum, at teir siga sannleikan av Løgtingsins røðarapalli? Er tað ikki sera álvarsamt, tá formaður Sambandsfloksins sigur, at hesir menn hava sagt ósatt?
Man hoyrir ikki eitt orð um umbering frá nøkrum av hesum monnum, hóast teir hava fingið at vita um svarið frá Ríkisumboðnum. Ætlar Tjóðveldisflokkurin at halda fast um mytuna um danskan rentuvinning?
Løgmaður hevur eina sera stóra ábyrgd í hesum máli. Hvørjar avleiðingar slíkt eigur at fáa er ringt at meta um, men eina ábreiðslu ella "nøs", sum tað verður nevnt aðra staðni, hevði í minsta lagi verið uppá sítt pláss.
Tað mest skelkandi við hesum døminum um ábyrgdarleysa umsleinging við orðum er, at um eingin spurdi ríkisumboðið, so slapp mytan um danskan rentuvinning at standa ósvarað og hevði livað væl enn. Væl at merkja um hon ikki enn ger tað, tí tað verður ikki sjónligt fyri borgaran, hvussu álvarsligt hetta mál er, uttan so at Løgmaður ger tað, sum løgmaður eigur at gera í einum slíkum føri. Nevniliga at seta landstýrismenninar, ið eiga orðini uppá pláss. Landstýrismenn skulu borðreiða við sannleikanum og ikki við politiskt litaðum gitingum fyri at øsa veljaran og geva sær sjálvum politiskan vinning.