Ferðin til Golden Sands í Bulgaria er stóra málið hjá 10. flokki í Sørvágs skúla. Tey hava latið millum 50 og 100 krónur hvønn mánað, síðan tey vóru 10 ár, og síðani desember í fjør hava tey havt tiltøk fyri at savna pening til ferðina. Tey hava skipað fyri marknaðardegi, stuðulsrenning, selt lutaseðlar, og nú stendur kondibingo og dansur á skránni.
Stuðulsrenningin gekk fyri seg upp á tann mátan, at tey fingu fólk at gjalda nøkur oyru fyri hvønn metur, tey runnu tað vil siga runnu tey langt, fingu tey nógvar pengar, og runnu tey stutt var minni av pengum. Ein hálvan tíma kundu tey renna. Tann, ið savnaði mest pening saman upp á hetta, var Sheila Lið, sum rann 4,5 kilometrar og fekk 4.738 krónur.
200.000 krónur skulu tey savna saman fyri at gjalda ferðina fyri 22 næmingar, tveir lærarar og eitt foreldur, ið skulu við á ferðina. Higartil hava tey 150.000
Restina av peninginum ætla tey at savna saman við teimum 5000 lutaseðlunum, tey skulu selja, kondibingo beint aftan á páskir og stóra dansinum í Sørvágs Bio við Sjómonnum 13 mai.
Lummapengar verða tey noydd at orðna sjálvi.
Alt goldið
Orsøkin til at tey valdu Bulgaria, var at ongin av teimum hevði verið har fyrr, og so er tað eitt spennandi og nýtt ferðamál.
Tey fara til eitt sokallað »All-inclusive« hotel, har alt longu er goldið, tá tey koma. Allar máltíðir, drykkir og ítriv eru íroknað prísin.
Kravið hjá teimum, tá tey avgjørdu ferðamál var, at tað skuldi verða nógv sól og heitt, og at ein svimjihylur skuldi verða tøkur.
Tey verða eina viku í Bulgaria og gista tvær nætur í Keypmannahavn eina á vegnum til Bulgaria og eina á vegnum heimaftur.
Tá tey koma heim eru bara munligu royndirnar eftir hjá teimum, og síðani fara tey hvør í sína ætt. Onkur ætlar sær á student, onkur vil arbeiða og onnur velja SIT og Handilsskúlan.