Á vinstru síðu stendur eitt hús eftir frá gamlari tíð, og tað er »Handelsforeningen«, í dag »Café Natúr«, bygt í 1892, og broytt í 1929. Tá lok var lagt á Havnará, frá Laðabrekku og oman á Kongabrúnna fingu húsini kvist á tekjuna og høvuðs-inngongdin bleiv flutt frá Kopargøtu og yvirum, móti Hotel Djurhuus.
Har sum húsini hjá Jákup á Lag standa í dag, stóðu tey gomlu húsini har Sápuhúsið helt til. Niðan fyri »Handelsforeningen« stóðu húsini »Grøna pakkhús« ella »Laðapakkhúsið«, sum tey eisini blivu rópt. Økið frá »Handelsforeningen« og oman á »Grøna pakkhús« bleiv rópt »Í tronganum«. Fara vit so til høgru, sæst »Hotel Djurhuus«, ið er so gott sum órørt. Oman fyri sæst »Áarstova«. Hon bleiv tikin niður síðst í 1920-unum.
Myndin frá 1925 er tikin trý ár eftir, at fyrsti bilurin kom til landið í 1922.
Myndin frá 1925: Forminnissavnið
Mynd frá 2005: Birgar Johannessen