Á veg heim við fullari last

Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum hevur havt góðan fiskiskap og hann hevur longu fingið uppí

 

Fiskiskapur


Ikki kann sigast annað, enn at tað hevur hilnast væl hjá nýggja rækjutrolaranum hjá vágbingum.

Hvannaberg hevur verið til fiskiskap í fimm vikur og er longu á veg heim við fullari last, sum er 240 tons.

Hetta er reiðarin, Jákup Olsen í Vági, væl nøgdur við, tí Hvannaberg hevur bara eitt trol, afturímóti nógvum øðrum rækjutrolarum, sum hava tvey.

Teir hava fiskað við Svalbanrd og fóru at sigla heim á miðdegi sunnudagin.

Rækurnar verða avreiddar á Oyri, hagar Hvannaberg kemur til arbeiðstíð fríggjamorgunin.

Men tíverri er prísurin á rækjum sera vánaligur. Jákup Olsen sigur, at fyri tað mesta eru tað ídnaðarrækjur, sum Hvannaberg hevur og fyri tær fáa teir ímillum 6,50 krónur og 8 krónur fyri kilo. Eitt sindur av kókaðum rækjum hevur hann eisini og fyri tær eru prísurin væl betri.

Men reiðarin sigur, at prísurin er uppaftur nógv verri í Noregi, har tað næstan ikki slepst av við rækur.

? So, hóast tað er langt at sigla, loysir tað seg frægast at avreiða í Føroyum. Men so kastar tað eisini eitt sindur av arbeiði av sær og manningin sleppur heim.

Tá ið Hvannaberg hevur avreitt, fer hann aftur til Svalbard at fiska.

Í løtuni eru tað bara Hvannaberg og Kappin, sum fiska við Svalbard. Allir hinir rækjutrolararnir eru á Flemish Cap.

Tað ljóðar sum um tað loysir seg betri at vera á Flemish Cap. Hví er Hvannaberg so ikki eisini har?

?Vit kundu verið farnir yvir á Flemish Cap. Men støðan er tann, at føroyingar eru í vanda fyri at missa fiskidagarnar við Svalbard, tí vit hava brúkt so fáar av teimum. Vit hava longu mist helvtina av fiskidøgunum, vit upprunaliga høvdu við Svalbard, tí tá ið vit ikki hava brúkt teir, ber illa til tvíhalda um, at vit skulu varðvveita teir. Tað skerst heldur ikki burtur, at tað var fyrst og fremst fyri at bjarga fiskidøgunum við Svalbard, at fiskimálastýrið gav okkum loyvi at fáa bátin undir føroysk flagg. Og tá ið tað er orsøkin til, at vit fingu fiskiloyvi, hevði tað verið eitt sindur ómoralskt at fari onkra aðra staðni at fiska, hóast vit hava loyvi til tað, sigur sigur Jákup Olsen.

Tað var fyrr í ár, at Jákup Olsen og aðrir keyptu Hvannaberg úr Íslandi fyri 14 milliónir krónur. Bàturin er 22 ára gamal, men í góðum standi og reiðarin sigur, at í høvuðsheitum hevur hann riggað væl. Skipari er sandvíkingurin, Eyðun Johannesen.