Føroya, sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann undan heimferðini ikki syrgdi fyri, at skipið var í góðum standi [...] heilsuviðurskiftum. Einki fordømi er um, at eitt skip, soleiðis sum tað var við Nólsoyar Pálli, hevur loyst frá landi í Marseille, hóast neyðugu siglingarloyvini ikki vóru fingin til vega. Ein røð av krøvum [...] Bjargingartænastuni, og Kára Horn, skipara á Nólsoyar Pálli, var fyri í rættinum, førdu verjar teirra fram, at Nólsoyar Páll var eit herskip og tískil ikki kom undir lógina, sum teir báðir nú eru dømdir fyri at
ivaleyst høvdu hoyrt eitthvørt um hesi møtini, men tað var ikki alt soleiðis. Og fólk máttu ikki lata seg ávirka, um tey ikki vildu sjálv. Tú kundi reisa teg, tá teir søgdu tað. Um tú vildi sjálvur. Tú kundi [...] ivasamt, um ikki einhvør veik sál júst kendi hesar áheitanirnar, sum komu so títtar, sum eitt krav. Nú veit eg ikki, hvussu nógv hugsaðu um tað, men tá talarin biður fólk, sum hava djúp sár í sálini um at koma [...] slíkt, sá tað ógvuliga løgið út. Eg ivaðist eina løtu, um hon hoyrdi til eina av samkomunum, sum hava slík møti, ella um hetta var ein, sum var komin av forvitni, og bara flenti býtt at onkrum skemtiligum
syngja gospelsangir. Men nú er hetta ikki bara ein stevna fyri tey, sum hava hug at hyggja at flottum undirklæðum ella bilum. Vanliga verður ikki so nógv hugsað um børnini, tá slíkar stevnur verða fyrireikaðar [...] varð tikin upp aftur í 1992. Og hendan, sum verður nú í heyst, er onnur stevnan í ár. Ein var í apríl mánaða, og hon gekk soleiðis, at grundarlag tykist vera fyri at halda fram, sigur Kristmund Kunoy. Stevnan [...] Fyrr, tað vil siga í áttatiárunum, vóru nógvir útlendskir framsýnarar við, men teir eru burtur nú, og ikki er gjørt so nógv fyri at fáa teir við heldur, sigur Kristmund Kunoy. Tað verða fleiri mótasýningar
varð at gera uppskot til samráðingar við ES, var mannað við ov nógvum monnum. Og tað má hon ikki vera, tí tað er ikki loyvt, sigur Javnstøðulógin. So har var ikki annað at gera enn at blaka nakrar av monnunum [...] monnunum, sum valdir vóru, á dyr. Løgmaður hevur tí gjørt uppskot um, hvussu nevndin skal mannast. Uppskot hansara sær soleiðis út: Jógvan Jespersen, formaður Maria Róin Gloria Kalsø Jan Mortensen Tommy Petersen
miðalár. Í miðal var vektin 28 pund uppá seyðin og tað er eisini miðal. Vektin lá um 80- 90 pund uppá hvørja hálva gyllin, og har um plagar tað at liggja. Besta árið, menn minnast, var í 1955, tá ið teir [...] Ein tvæveturs veðrur var eisini seldur og tað var eitt kvetti fyri oynna, tí hann fingu teir 5.000 krónur fyri. Men keyparin var sera óheppin. Hann slepti veðrinum í eitt stik um náttina. Men tá farast [...] farast skuldi eftir honum morgunin eftir, var hann lopin uppum, og farin í hagan. Hvalbingar siga, at hann er ikki komin afturíaftur enn. Nú vóna teir, hann kemur afturíaftur, táið teir fara at reka.
valda semja millum tingmenn um, at teir ikki taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um at leggja um stovnsfæ í Framtaksgrunninum til eginpening. Í øllum førum vilja tingmenn ikki gera tað soleiðis, sum Edmund [...] Anfinni, men flokkurin vil viðgera sjálvt málið um Framtaksgrunnin, segði hann. Jóannes Eidesgaard helt eisini, at spurningurin var, um landsstýrið ikki heldur átti at komið í tingið við eini eykajáttanarlóg [...] snúgva seg um at kráma danskar pengar til okkara, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at framtaksgrunnurin ikki er so stórur, at vit føroyingar ikki sjálvir kunnu eiga hann. ? Landsstýrið var so ovurfegið
Jørgen Grønborg, sum sambært Løgmálaráðnum var óheftur og einki hevði við Den Danske Bank at gera. Michael Rekling var sjálvsagt ikki nevndur, av tí at hann als ikki var komin inn í myndina tá. - Sum rættar [...] sigur seg hava kunnað Norman Christensen munnliga um Rekling, og at FNC sigur seg ikki verða kunnaðan. Her er pástandur móti pástandi, og tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Bjørn á Heygum [...] skilagóð, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur ikki, at føroyingar skulu geva skarvin yvir, áðrenn niðurstøðan er gjørd. - Vit hava ikki neyðuga førleikan at døma um kanningina, áðrenn vit hava sæð frágreiðingina
málkjansir og einki mál kom heldur. Tá góður tími var spældur gjørdi Kristina Eyðbjørnsdóttir, sum var aftur á vøllinum eftir skaðasteðg, um seg. Hon fekk eina sending framímillum og skoraði. Seks minuttir [...] Undan seinasti umfari var størsti spenningurin um hvat av havnafeløgunum skuldi vinna silvur, og hvat av liðunum í botninum skuldi enda næstniðast, og harvið verða noytt at spæla um sítt pláss í deildini [...] illa hevur árið ikki skorist hjá teimum. Dysturin millum HB og Skála hevði eisini týdning fyri botnin, tí Skála stríddist fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting. Tær kláraðu ikki at vinna í Gundadali
harðskapi. Júst harðskapur var evnið, sum Tulle tosaði um, tá hon helt sínar fyrilestrar í Føroyum. Harðskapin á almennum støðum og harðskapin í tí privata. Drúgvar royndir - Eg eri ikki granskari, men eg byggi [...] felagnum og var á skúlum og greiddi frá. Tulle er útbúgvin lærari, men hevur haraftrat drúgvar royndir í at hjálpa børnum, hevur savnað inn vitan um prostitutión og seinastu trý árini hevur hon verði leiðari [...] sigur Tulle. - Vit vita nógv um henda harðskap, men nógv er eftir at fáa at vita, og spurningurin er, um vit viðgera hetta mál rætt, og hvat vit kunnu gera øðrvísi. Duga ikki at umsita kærleika Tey neyðars
ráðstevnubý. Rínur ikki við Men alt hetta rínur ikki við landsstýrismannin í vinnumálum sum ikki vil útskriva fleiri skeinkiloyvi. 1. juli boðaði hann býráðnum frá, at fleiri skeinkiloyvi verða ikki útskrivað, [...] at býráðið ivast ikki í, at verður frí kapping á økinum, fer vinnan sjálv at finna sína nátúrliga legu. Leivur Hansen sigur, at hann trýr ikki uppá, at misbrúki fer at veksa fyri tí um tað ber til at keypa [...] tað, sum ein stórur meiriluti í býráðnum í Havn vil. Men býráðið fær ikki sín vilja uttan víðari. Forðingin liggur úti í Tinganesi og hon eitur Ivan Johannesen. Ivan Johannesen er landsstýrismaður í vinnumálum