Edmund fær ikki stuðul

Samgongufelagar hjá Edmundi um bjargingaruppskot hansara av Framtaksgrunninum: ? Uppskotið er deyðadømt, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin. ? Vit taka undir ongum umstøðum undir við uppskotinum, Óli Jacobsen, Verkamannafylkingin. ? Krøvini frá donskum kreditorum viga meira enn at skapa eitt sunt vinnulív í Føroyum, Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin. Grunnurin verður helst bjargaður kortini, tí Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vilja bjarga grunninum við treytum, og verður tí helst onkur semja gjørd. Men uppskotið hjá løgmanni fellur við eitt brak

Eirikur Lindenskov


Tað tykist valda semja millum tingmenn um, at teir ikki taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um at leggja um stovnsfæ í Framtaksgrunninum til eginpening.

Í øllum førum vilja tingmenn ikki gera tað soleiðis, sum Edmund Joensen, løgmaður hevur skotið upp - at løgmaður skal fáa eina standandi heimilt til at umleggja stovnsfæið, so hvørt tørvur er á eginpeningi.

? Uppskotið hjá løgmanni tykist vera deyðadømt, segði Jørgen Niclasen, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum. Hann segði, at Fólkaflokkurn ikki kann taka undir við uppskotinum í verandi líki. Í staðin fyri at stuðla privatu vinnuni, er Framtaksgrunnurin farin inn í eina ójavna kapping - og stuðlar tí at knúsa tað privata. Skal Framtaksgrunnurin halda fram, skal hann ikki liggja undir løgmanni, men heldur undir løgtinginum, segði hann.


Grunnurin bjargast - men treytir setast

? Løgtingið eigur at hava størri eftirlit við framtaksgrunninum - men hetta eigur ikki at vera gjørt við beinleiðis politiskar stýring av málsviðgerðini, men soleiðis at alla viðtøkubroytingar og konverteringar skulu fyri løgtingið.

Jóannes Eidesgaard var týðulig ørkymlaður av, at samgongan stendur so spjødd í hesum máli.

? Vit hava í Føroyum í dag eina samgongu og eitt landsstýri, sum ikki megnar at finna fram til politiskar loysnir í málum, sum avgjørt hava krav upp á at slík loysn verður funnin. Men alt tað verður nú latið yvir til løgtingið og andstøðuna at taka støðu til, vísti Jóannes Eidesgaard á, og legði afturat, at landsstýrið megnar ikki at finna politiska gongulagið.


Bjarga grunnini - ikki Edmundi ella Annfinni

Jóannes Eidesgaard helt eisini, at fjølmiðlarnir hava persónifiserað hetta málið.

? Vil Javnaðarflokkurin bjarga Edmundi Joensen ella Anfinni Kallsberg? ? Nei, Javnaðarflokkurin vil høvrki bjarga Edmundi ella Anfinni, men flokkurin vil viðgera sjálvt málið um Framtaksgrunnin, segði hann.

Jóannes Eidesgaard helt eisini, at spurningurin var, um landsstýrið ikki heldur átti at komið í tingið við eini eykajáttanarlóg fyri at játta pengar til eginpening í Framtaksgrunninum. Hann vísit á, at talan var um 11 milliónir krónur, og í løtuni liggur eykajáttanaruppskot, har biðið verður um játtanir, sum eru nógv lægri enn 11 milliónir.

? Tí tykist løgið, at løgmaður tá av sínum eintingum kann sleppa at avskriva 11,2 milliónir krónur, segði hann.

Annars gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at Javnaðarflokkurin var sinnaður at bjarga Framtaksgrunninum, men at flokkurin fór at seta treytir.

Hann segði, at grunnurin er alt ov sárbærur av dótturfeløgunum Fiskasøluni og Fiskavirking, sum hann helt áttu at verið loyst frá grunninum. Á tann hátt helt hann, at Fiskasølan og Fiskavirking eru í ójavnari kapping við privatu feløgini.

? Eg vil koritni siga, at vit í Javnaðarflokkinum fara at viðgera uppskotið positivt, men fara sum sagt at seta okkara treytir.

Men Jóannes Eidesgaard staðfesti eisini, at tann politiska viðgerðin, sum átti at verið í Tinganesi, nú er flutt niðan í tingið.


Ræðið á vinnulivinum selt dønum fyri 1 mió

? Hetta málið tykist snúgva seg um at kráma danskar pengar til okkara, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at framtaksgrunnurin ikki er so stórur, at vit føroyingar ikki sjálvir kunnu eiga hann.

? Landsstýrið var so ovurfegið, tá teir í 1994 komu aftur út Danmark við Framtaksgrunninum - nú skuldu vit fáa danskar pengar í føroyskt vinnulív, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at talan kortini bert var um eina millión úr Danmark, og 99 milliónir í láni.

? Avleiðingin av hesi milliónini frá dønum var, at danski forsætisráðharrin skal stýra føroyska vinnulívinum.

Finnbogi Ísakson vísti eisini á, at Framtaksgrunnurin eftir Tjóðveldisfloksins tykki ikki eigur at verða koyrdur á húsagang. Men hann helt ikki, at grunnurin skal virka á sama hátt, sum hann ger nú, og helt Finnbogi Ísakson, at grunnurin skal virka eftir lógini um vinnuliga grunnar - at hann ikki skal eiga meirilutan í virkjum, og soleiðis stýra teimum.

? Í 30?unum og 40?unum stríddust menn fyri at savna útflutningin, tí hildið varð neyðugt, at hava ein stóran útflytara. Nú hava vit Fiskasøluna - og hon má varðveitast, hóast Framtaksgrunnurin ikki nýtist at eiga hana. Finnbogi Ísakson helt, at pláss sjálvandi eisini skuldi verða fyri øðrum útflytarum.


Kappingaravlagin

fer fram á Sandi

Men framsøgumaður Tjóðveldisfloksin trúði ikki upp á, at vit aftur kunnu hava so nógv stór flakavirki, sum vit einaferð høvdu - tí 15 stór virki fara ikki atklára seg, vísti hann á.

Finnbogi Ísakson tók eisini spurningin, um tað bara er Fiskavirking, sum virkar kappingaravlaganid. Her tók hann virkini á Sandoynni sum dømi, og vísti á, at 3 milliónir eru latnar í stuðli til virkið í Skopun og á Sandi. Men í Skálavík er ein privatmaður í ferð við at byggja eitt virki, og spurdi Finnbogi, um hann eisini fær stuðul, og um hetta ikki eisini er kappingaravlagandi.

Tjóðveldisflokkurn heldur ikki, at løgmaður skal fáa eina standandi heimild til at konverterað stonvsfæ til eginpening, men helt, at hann kanska kundi fáa loyvi at konvertera upp til 10% ella 20 mió krónur.


Talfalsan?

Óli Jacobsen úr Verkamannafylkingini segði, at hansara partur av Verkamannafylkingini ikki kann taka undir við uppskotinum í hesum líki. Hann segði, at keypið av Føroya Fiskavirking prógvaði, at nakað er heilt galið við Framtaksgrunninum.

? Tað sokallaða prógvið, sum tingmenn fingu frá grunninum var beinleiðis villleiðandi. Tað var beinleiðis talfalsan tá borið var saman við raksturin av virkjunum í áttatiárunum.

Hann segði, at teir vildu hava grundgevingarnar hjá kreditorunum frá grunninum, men fingu tær ikki. Eisini vísti Óli Jacobsen á alt tosið um inhabilitet í dag. Men hann helt tað verða løgið, at grannskoðarin hjá Framtaksgrunninum, C. Jespersen í Keypmannahavn, skuldi vera ein teirra, ið mælti til keypið.

? Spurningurn er eisini, um ikki mannagongdin hjá nevndini í Framtaksgrunninum er orsøkin til, at so nógvar umsóknir verða vístar aftur, helt Óli Jacobsen, sum eisini vísti á, at tað í øllum fyritøkum er vanligt, at nevndin verður skift út, tá tær fara á heysin.


Nevndin í grunninum hevur verið óskikkað

Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum tekur undir við einum framtaksgrunni. men ikki við hesum, sum órógvar føroyskt vinnulív. Nú má broyting koma í, helt hann, tí grunnurin kappast við privatu virkini og hetta er kappingaravlagandi, helt hann.

? Nevndin hevur eisini verið óskikkað og víst vanvirðing fyri løgtingi og landsstýrið, helt framsøgumaðurin hjá Kristiliga Fólkaflokkinum. Hann helt eisini, at Framtaksgrunnurin kanska kundi verið lagdur saman við øðrum almennum vinnulívsgrunnum - so menn sluppu undan at renna millum ymsu grunnarnar.

Hann helt eisini, at nú er neyðugt við eini uppgerð við danir, sum nú eiga at fáa mótspælið, teir ikki fingu í 1992. ? Vit skulu siga dønum, hvar skápið skal standa, segði kristiliga fólkafloksmaðurin, sum mælti til eina breiða semju í tinginum um hetta mál.


Politikar skulu ikki býta út pengarnar

Tordur Niclasen úr Miðflokkinum tosaði um teir fýra floksformenninar, sum um árskiftið hildu fjølmiðlunum við rumblinum um Framtaksgrunnin og Fiskavirking, men sum kortini als einki hevði upp á seg.

? Tað er umráðandi, at politikararnir ikki sleppa at býta út av grunninum, og tað er einki garanti fyri, at tað fer at ganga betur, fáa politikararnir størri ávirkan, vísti hann á.

Men at fara at viðgera nevndarlimirnar, tað helt hann vera burtur við.

? At fara at skifta teir út við aðrar persónar, sum dansa eftir ávísum politiskum pípum, tað er eingin loysn, vísti hann á.

Annars var hann samdur við Ídanaðarfelagum um, at grunnurin eigur at verða varðveiddur.


Krøv frá donskum kreditorum viga mest

Helena Dam á Neystabø vísti á, at undantaksreglan gjørdist høvuðsreglan - at grunnurin fór at keypa meiriluta í fyritøkum, Fiskasøluni og Fiskavirking. Hon helt tí, at tað kanska hevði verið rætt at brúkt politiskt vald um árskiftið, tá teir fýra floksformenninir royndi at gera nakað við málið.

Hon vísti á, at Framtaksgrunnurin ikki hevur virkað eftir endamálinum, og at íløgurnar ikki hava eydnast væl.

? At grunnurin er dansk/føroyskur ger, at krøvini frá donsku kreditorunum viga tyngri, enn at skapa eitt sunt vinnulív í Føroyum, segði hon og vísti annars á, at grunnurin skal virka óheftur av politikarum, men tó í tráð við politiska viljan. Hon segði eisini, at vanligt er, at nevnd fer frá, tá einm fyritøka er farin av knóranum - er insolvent.